Treystital
04. feb 2021
Konjunkturbarometrið hækkar aftur
Í mun til tíðina síðan koronu-farsóttin byrjaði sína innrás, eru tríggjar tær seinastu kanningarnar áhugaverdar. Kanningin frá januar í fjør varð gjørd stutt undan korona kom til landið, kanningin í juni varð gjørd beint innan onnur koronu-bylgjan herjaði, meðan henda seinasta kanningin er gjørd samstundis sum tilgongdin við koppseting er í síni byrjan.
Hesar spurnakanningarnar eru gjørdar tvær ferðir um árið síðan 2006 og stutt undan altjóða fíggjarkreppan gjørdi um seg í 2007 og 2008. Kanningarnar vísa, at undir fíggjarkreppuni fall barometrið í fýra fylgjandi kanningum og yvir tey tvey árini, altjóða fíggjarkreppan vardi. Áleikandi altjóða heilsukreppan hevur nú vart í skjótt eitt ár, og viðkomandi spurningur kann í hesum tíðum vera, hvussu húsarhald og vinnulív meta um støðuna og útlitini í nærmastu framtíð.
Í umleið 3 ár undan koronu lá treystitalið í støðugari legu, men fór síðan frá 32 í januar í fjør líka niður í -16 í juni í fjør. Til hesa kanningina er treystitalið hækkað aftur við 7 stigum síðan seinastu kanning. Afturímóti metingunum um støðu og útlit undir fíggjarkreppuni, ið vardi í gott og væl tvey ár, so rokna bæði húsarhald og vinnulív nú við betri fíggjarstøðu hjá einum sjálvum og búskaparstøðu í síni heild hetta komandi árið í mun til verandi støðu.
Talvan omanfyri vísir ávísar fyri hvørja kanning sær, og til hvørja av hesum 5 kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum. Samanumtikið eru ávísar fyri húsarhaldini og 3 vinnubólkar hækkaðir, meðan ávísin fyri handilsvinnuna, sum lækkaði lutfalsliga minst undir koronu, er tætt við tann sami hesaferð í mun til juni í fjør.