Livialdur
28. apr 2023
Hækkandi livialdur ár eftir ár – men nú kom stígur í

Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki nú í miðal 85,4 ár og hjá mannfólki 81,3 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva gott 4 ár longri enn ein maður. Bæði hjá konufólki og mannfólki er livialdurin hækkaður ár eftir ár tey síðstu nógvu árini.

[px-graph-1]

Árligu tølini kunnu sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Tølini fyri væntaðan miðal livialdur verða tí javngjørd (smutað) fyri at fáa meira rættvísandi mynd av veruligu gongdini. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing). Umtalaðu tølini í hesi grein eru javngjørd.

Samanbera vit við støðuna í 1985/86, tað er fyri skjótt fýrati árum síðani, so er miðal livialdurin hjá mannfólki longdur við 9,4 árum og hjá konufólki við 6,6 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var góð 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í gott 4 ár.

T1

Livialdur frá lívsbyrjan

Livialdurin verður kallaður væntaður miðal livialdur, og er tey ár, mannfólk og konufólk í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í einstøku aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu.

Livialdur verður oftast roknaður frá lívsbyrjan, tað er tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni omanfyri.

Eftirverandi livialdur frá 65 árum

Livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, tað er tey ár, ein maður ella kvinna í til dømis 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er man komin upp í slíkan aldur, er komið um nógvar vandar, sum kunnu vera í yngri árum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí livialdri, sum annars er fyri ein nýføddan.

[px-graph-3]

Hetta sæst í myndini og eisini í høgru síðu í talvuni omanfyri. Her síggja vit, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 19,1 liviár eftir, ella ein væntaðan livialdur á 84,1 ár. Tað eru 3,6 ár meir enn væntaði livialdurin fyri ein nýføddan drong, ið er roknaður til 80,5 ár.  

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 21,7 eftirverandi liviár, ella ein væntaðan livialdur á 86,7 ár. Tað er stívliga eitt ár longri enn hjá einari nýføddari gentu, har livialdurin er roknaður til 85,4 ár. 

Livialdur í Føroyum og øðrum londum í Evropa

Um vit samanbera livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum londum í Evropa, so liggja bæði mannfólk og konufólk ovarliga millum londini við hægsta livialdrinum.

Á myndini niðanfyri sæst miðal livialdurin í Føroyum og 45 øðrum londum í Evropa. 

M1


Hjá mannfólki er longsti livialdurin í Lichtenstein við 82,5 árum. Síðani Ísland, Sveis, Noreg og Føroyar á 5. plássi.   
Stytsti livialdurin hjá mannfólki er í Russlandi og Moldova við 66 árum.

Hjá konufólki er longsti livialdurin í San Marino við 86,5 árum, og síðani Lichtenstein, Spania, Sveis, Frankaríki og Føroyar á 6. plássi.  
Stytsti livialdurin hjá konufólki er í Moldova og Bulgaria við 75 árum.

Munur millum kyn er í øllum londum, men størsti munurin er í londum við lægsta livialdri, sum t.d. í Russandi, har miðal livialdurin hjá mannfólki er 10 ár styttri enn hjá konufólki.

PX Web Graph News
Viðm.: Væntaður miðal livialdur frá lívsbyrjan