Arbeiðsmegi, kanning
06. des 2024
Arbeiðsmegin: Frá landbúnaðar- til tænastusamfelag

Grundarlagið undir hagtølunum um søguligu arbeiðsmegina eru fólkateljingar, sum eru gjørdar í Føroyum frá 1834 til 1977. Fleiri fólkateljingar eru gjørdar í Føroyum. Fleiri av teimum hava upplýsingar um føroysku arbeiðsmegina, eitt nú vinnugrein, kyn og aldur.
Søguligu tølini eru viðgjørd og flokkaði eftir altjóða ásetingunum hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum.
Ein persónur í arbeiðsmegini er, sambært ILO: “ein persónur, sum framleiðir ella vil framleiða vørur ella tænastur sum allýst í tjóðarroknskaparhandbókini “System of National Accounts” (SNA) hjá Sameindu Tjóðum". Tað merkir í stuttum, at persónurin framleiðir ella vil framleiða vørur til egna nýtslu (t.d. bøndur), ella arbeiðir ella vil arbeiða fyri løn ella vinning.
Smærri frávik eru í uppgerðini av søguligu arbeiðsfjøldini í mun allýsingina.
Sambært altjóða leistinum er arbeiðsmegin býtt í arbeiðsvirkin og arbeiðsleys. Arbeiðsleys telja við í arbeiðsmegini, tí tey kunnu veita arbeiðsmegi. Er ein persónur hvørki arbeiðsvirkin ella arbeiðsleysur, er hann ikki í arbeiðsmegini. Í fólkateljingunum eru ongar skrásetingar um arbeiðsleys, og tí telja tey ikki við í arbeiðsmegini í søguligu uppgerðini.
Í fleiri fólkateljingum eru tænastufólk ikki útgreinaði sum einstakur bólkur, men eru bólkaði saman við teimum, sum ikki eru í arbeiðsmegini. Fyri at kunna samanbera árini, eru tænastufólk ikki tald við í arbeiðsmegina í øllum fólkateljingunum, eisini í teimum har tey eru útgreinaði sum einstakur bólkur.
Í hesari uppgerðini er hagtalshópurin tey, ið eru 15 ár og eldri, búsitandi í Føroyum. Sambært ILO er markið til børn sett sum undir 15 ár, sjálvt um nógv børn søguliga vóru við til at uppihalda familjuni og vóru arbeiðsvirkin.
Leggjast skal afturat, at heilsu- og umsorganararbeiði í húsarhaldinum, herundir uppaling av børnum og umsorgan av gomlum, telur ikki við sum búskaparligar tænastur til egna nýtslu eftir hesum leisti. Hetta hevur søguliga verið serliga álagt kvinnum, og tískil er stórur partur av teimum eftir allýsingini ikki í arbeiðsmegini.

Frá landbúnaði til tænastu
Tá fólkateljingarnar vóru gjørdar, varð skrásett í hvørjum starvi ella hvørjari vinnu persónurin var virkin. Av tí at flokkingarnar av størvum og vinnugreinum eru ymiskar í fólkateljingunum eru tær ikki lættar at samanbera. Størvini og vinnugreinarnar í fólkateljingunum eru tí bólkaðar í tríggjar yvirskipaðar høvuðsvinnugreinar fyri at kunna samanbera vinnugreinabýtið tvørtur um fólkateljingar.
Tær tríggjar høvuðsvinnugreinarnar eru tilfeingisvinna, framleiðsluvinna og tænastuvinna. Tilfeingisvinnan er býtt sundur í landbúnað og fiskivinnu. Framleiðsluvinna fevnir millum annað um handverk og ídnað. Tænastuvinna fevnir millum annað um lærarar, læknar, prestar og handilsfólk. Ógreinað størv og vinnugreinar eru flokkað fyri seg.
Í 1834 vóru sløk 80 prosent av arbeiðsmegini í landbúnaðinum. Flest arbeiddu í landbúnaði fram til 1890. Tá hendir eitt skifti, har meginparturin av arbeiðsmegini fer úr landbúnaðinum og í fiskivinnuna. Í 1911 var 60 prosent av arbeiðsmegini í fiskivinnuni. Hesar báðar vinnur eru partar av tilfeingisvinnuni. Í 1930unum veksur framleiðsluvinnan, og eftir annan veraldarbardaga er hon ein triðingur av samlaðu arbeiðsmegini. Sambært fólkateljingum varð framleiðsluvinnan tó ongantíð tann størsta vinnan, sum hon varð í fleiri øðrum londum. Ístaðin er tað tænastuvinnan sum um sama mundi tekur serliga dik á seg. Í 1977 er ein lítil helmingur av arbeiðsmegini í tænastuvinnuni.
[px-graph-1]
Síðani 1985 eru starvsfólk skrásett mánaðarliga. Her sæst, at vøksturin í tænastuvinnuni heldur fram. Um hugt verður at starvsfólkum í arbeiðsmegini og tey verða bólkaði í somu yvirskipaðu vinnugreinar, sæst at í dag starvast góð 70 prosent í tænastuvinnuni, 20 prosent í framleiðsluvinnuni og smá 10 prosent í fiskivinnuni. Landbúnaður telur bert 0,2 prosent.
[px-graph-2]
Kvinnurnar koma á arbeiðsmarknaðin
Vøksturin í arbeiðsmegini fylgir við vøkstrinum í fólkatalinum, men eftir 1945 sæst ein týðiligur vøkstur av kvinnum í arbeiðsmegini. Kvinnurnar fara tá serliga at starvast í tænastuvinnuni. Ein stórur partur av teimum í heilsu- og umsorganarøkinum.
[px-graph-3]
Mest sum allir menn arbeiðsvirknir
Fyri at lýsa hvussu stórur partur av fólkatalinum, í arbeiðsførum aldri, er arbeiðsvirkin, verður altjóða mátið “employment rate” brúkt. Hetta verður á føroyskum nevnt "arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum".
Í 1921 vóru nærum allir menninir arbeiðsvirknir. Næstu 50 árini minkar tað niður á 82 prosent. Tað er áleið tað sama sum í dag. Arbeiðsvirkni hjá kvinnum hevur søguliga verið nógv lægri, bert 11 prosent í 1945. í 1977 var tað trífaldað til 33 prosent. Í dag er lutfallið av arbeiðsvirknum kvinnum nógv hægri og liggur eisini omanfyri 80 prosent.
Um ein vil samanbera við samtíðina, eru árlig tøl aftur til 2005 tøk í hagtalsgrunninum.
[px-graph-4]
Um søgulig arbeiðsmegina
Tað eru gjørdar fleiri fólkateljingar í Føroyum. Tann fyrsta var í 1801. Summar av fólkateljingunum høvdu upplýsingar um arbeiðsmegina og aðrar ikki. Hendan uppgerðin byggir á tær fólkateljingarnar, sum hava upplýsingar um arbeiðsmegina. Fólkateljingarnar eru gjørdar av Danmarks Statistik. Upprunaskjølini eru varðveitt á Ríkisskjalasavninum í Danmark.