Heimloysi
02. mar 2023
Herbergini ikki pláss fyri fleiri heimleysum

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya ger nú partar av heimloysinum upp í Føroyum. Uppgerðin vísir, at øll kømrini á herbergunum vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør.

Heimloysi sum hugtak

Tað finst ikki ein eintýðug hagfrøðilig allýsing og flokking av heimloysi. 

Hagstova Føroya hevur gjørt av at nýta flokking av heimloysi hjá felagsskapinum European Federation of National Organisations Working with the Homeless, styttur FEANTESA, sum er ein sjálvstøðugur felagsskapur, stuðlaður av Evropakommisiónini.

Flokkingin varð fyrstu ferð útgivin í 2005 og eitur “European Typology of Homelessness and housing exclusion”, stytt ETHOS. Flokkingin hevur til endamáls at fáa betri fatan av heimloysinum í Evropa og skapa felags hugtøk um heimloysi tvørtur um lond. Flokkingin skilur millum sløg av heimloysi og er ment at kunna máta heimloysi hagfrøðiliga.

Fleiri granskingarstovnum í Evropa brúka flokkingina. Í Danmark brúkar granskingarstovunurin VIVE flokkingina at kortleggja heimaloysið í danska samfelagnum.

Tað eru tvær útgávur av flokkingini ETHOS, ein ið er ætlað til granskingarendamál og ein, ið er ætlað til hagfrøðilig endamál. Hagstova Føroya nýtir útgávuna, sum er til hagfrøðiliga endamálið og sum eitur “A Harmonised Definition of Homelessness for Statistical Purposes”. Enska útgávan av flokkingini finst her og nágreiniligari lýsing sæst her.

 

ETHOS Light


Hagstova Føroya ger nú upp bólkin ‘2.2 Náttarherberg’ (á enskum '2.2 Overnight shelter') og ‘3.3 Herberg’ (á enskum '3.3 Homeless hostel'). Onnur sløg av heimloysi í flokkingini verða ikki gjørd upp í hesum umfari. 

Náttarherberg neyðhýsir fólki og er ætlað teimum, sum ikki hava fastan bústað. Hesi fólk skifta ofta millum ymiskar bústaðir.

Herberg er gististaður til heimleys. Á herbergi er uppihaldstíðin avmarkað og er ikki ætlað sum langtíðarbústaður.

Herbergið í Tórshavn virkar bæði sum náttarherberg og sum herberg. Herbergið í Tórshavn er keldan til gistingar hjá heimleysum á náttarhergi. Herbergið í Tórshavn og Gloria í Klaksvík eru keldurnar til gistingar hjá heimleysum á herbergi.

Nýggja uppgerðin er frá januar í 2022 og fram. Uppgerðin verður kunngjørd hvønn ársfjórðing hereftir.

Ikki umstøður at hýsa fleiri heimleysum á herbergunum

Herberg er gististaður til heimleys, har uppihaldstíðin er avmarkað og er ikki ætlað sum langtíðarbústaður.

Í fjør búðu 26 fólk nærum allar mánaðirnar á herbergunum, og í januar í ár vóru tey 27 í tali. Hagtølini vísa samstundis, at seinasta árið hevur verið millum lítil og eingin útskifting av fólkunum, sum búgva á herbergunum.

[px-graph-1]

Uppgerðin vísir, at kømrini vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør. Nýtslustigið á herbergunum er so statt hundrað prosent. Tað eru við øðrum orðum ikki kømur til at hýsa fleiri heimleysum á herbergunum. Í fjør vóru 26 kømur og í januar kom eitt afturat og kømurini vóru soleiðis 27 í tali.

[px-graph-2]

Nýtslustigið á náttarherginum lægri í summarmánaðum

Náttarherberg neyðhýsir fólki og er ætlað teimum, sum ikki hava fastan bústað. Hesi fólk skifta ofta millum ymiskar bústaðir.

Herbergið í Tórshavn er eisini eitt náttarherberg og hevur tvey kømur til endamálið. Uppgerðin, sum er frá 2022 er stutt, men uppgerðin vísir, at gistinæturnar og nýtslustigið sveiggja frá mánað til mánað. 

Í januar í ár vóru sekstan persónsgistinætur á náttarherberginum. Til samanberingar vóru persónsgistinæturnar 48 í tali sama mánað í fjør.

[px-graph-4]

Ávísar mánaðir í fjør var nýtslustigið á náttarherberginum yvir 100 prosent. Tað merkir, at tað hava verið fleiri fólk enn kømur. Eyka seingjarmadrassur eru tá nýttar til at hýsa fólki í hesum tíðarskeiðnum. Hinvegin var nýtslustigið summarmánaðirnar í fjør munandi lægri enn hinar mánaðirnar.

[px-graph-5]

Á náttarherberginum er størri útskifting av fólki enn á herbergunum. Tað eru millum tvær og átta innskrivingar á náttarherbergi mánaðarliga. Ein innskriving kann vara meira enn eina nátt.

PX Web Graph News