Løntakarar
11. nov 2022
27.900 løntakarar í oktober — 1,7% fleiri enn í fjør

Løntakararnir gerast fleiri og í oktober vóru stívliga 27.900 í løntakaraskaranum. Tað eru slakir 500 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,7%.

Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Í oktober í ár vaks løntakaratalið 1,7% samanborið við í fjør. Í oktober í 2019 vóru løntakararnir 3,4% fleiri í mun til sama mánað í 2018.

[px-graph-1]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum

Fleiri menn og kvinnur eru í løntakaraskaranum samanborið við oktober í fjør. Í oktober vóru um 14.400 menn og 13.600 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávíkavist 1,8% fyri menn og 1,5% hjá kvinnum í mun til fjør. 

[px-graph-2]

Gongdin er ymisk í vinnugreinunum

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Nú bendir tó á, at løntakaratalið ikki longur veksur við somu ferð.

[px-graph-3]

'Privatu tænastuvinnurnar' hava fótað sær aftur eftir koronufarsóttina. Vøksturin hevur verið javnur seinastu trý árini, men ábendingar eru um, at vøksturin ikki longur er tann sami, sum hann hevur verið.

[px-graph-4]

Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' steðgaði vøksturin upp í 2020, og løntakaratalið minkaði nakað. Nú tykist løntakaratalið at vaksa aftur í vinnubólkinum.

[px-graph-5]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini eru løntakararnir í hesum vinnugreinabólkinum vorðnir umleið 700 fleiri — úr 3.500 upp í nú umleið 4.300.

[px-graph-6]

Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í oktober borið saman við sama mánað í fjør.

Seinasta árið er vinnugreinabólkinum 'fiskivinna o.o. tilfeingisvinna' vaksin mest við 3,2% og síðani 'byggivinna o.o. tilvirking' við 2,4%. Seinasta árið eru tænastuvinnurnar ikki vaksnar við somu ferð. Vøksturin í 'almennum og øðrum tænastum' er 1,7% og í 'privatu tænastuvinnum' er vøksturin 0,6%.

[px-graph-7]

Størri partur hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap

Alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í oktober høvdu 7,1% av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í oktober í fjør var parturin 5,8%. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,6% av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

[px-graph-8]

Seinasta árið er tað serliga talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum er vaksið. Teir eru nú 3,6% av løntakaraskaranum. Sama mánað í fjør vóru teir 2,4%.

[px-graph-9]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News