Fólkatal
14. okt 2019
Metstórur fólkavøkstur frá 1. sept. í fjør til 1. sept. í ár

Fólkatalið vaks við 938 fólkum seinasta 12-mánaðar skeiðið frá 1. sept. 2018 til 1. sept. 2019. Tað er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði og svarar til ein vøkstur á 1,8%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 288, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini metstórari nettotilflyting á 650, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Lutfalsliga, t.v.s. í mun til fólkatalið, hevur fólkavøksturin onkuntíð verið størri. Men so skulu vit 44 ár aftur í tíðina, til 1975 tá fólkatalið var 40.400 og fólkavøksturin tað árið var 792, svarandi til 2,0%

Tann 1. sept. í ár var fólkatalið 51.969. Tað er eitt sindur minni enn mánaðin frammanundan, men tað er vanligt við eini minking í august, ið jú er tann stóri fráflytimánaðurin hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Verður gongdin tó nakað sum í fjør, fer fólkatalið skjótt aftur upp um 52-túsund.

Uppgerðin av fólkatølunum er nú trendað, so til ber at lýsa gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik – so sum ymiska gongdin í juli og august - og aðrar tilvildarligar broytingar frá einum mánað til annan. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við trendinum kunnu vit til dømis samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin.

Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur

Trendurin vísir, at fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14. Tá vóru vit á umleið 48.300 í tali. Fleiri og fleiri leggjast afturat, og vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur øll esi árini síðani tá. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga, og tann trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram.

x

Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 50 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin sær út til at halda fram at vaksa.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 50 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

x

Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í eini 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á eini 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

x

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og ímillum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.