Innflutningur av vørum
16. nov 2022
Innflutningurin aftur sett met

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 9,3 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár.

Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 9,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 25%. Sostatt er vøksturin minkaður eitt vet síðan seinasta mánað. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinasta árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt fyri 717 milliónir krónur ella 72,5% meira enn sama tíðarskeið í fjør av brennievni. Innkeypsprísurin fyri gassolju hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu mánaðirnar, meðan prísurin fyri bensin er lækkaður nakað síðani juni mánaða.

Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til aðra framleiðslu. Har er innflutt fyri 408 milliónir krónur meira, sum er 29% vøkstur.

[px-graph-1]

Í september 2022 varð innflutt fyri 665 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.

[px-graph-2]

PX Web Graph News