Livialdur
09. Mai 2022
Livialdurin longist alsamt – men stórir munir eru millum heimsins lond
Samanborið við støðuna í 1985/86, tað vil siga fyri 35 árum síðani, so er miðal livialdurin hjá kvinnum nú longdur við 6,9 árum og hjá monnum við 9,5 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var knappliga 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í 4,4 ár.
Livialdur frá lívsbyrjan
Livialdurin verður kallaður væntaður miðal livialdur, og er tey ár, mannfólk og konufólk í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu.
Livialdur verður oftast roknaður frá lívsbyrjan. Tað eru tey ár, sum ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni omanfyri.
Eftirverandi livialdur frá 65 árum
Livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur. Tað eru tey ár, ein maður ella kvinna í til dømis 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er mann komin upp í slíkan aldur, er komið um nógvar vandar, sum kunnu vera í yngri árum. Av hesi orsøk leggjast tí nøkur ár aftrat tí livialdri, sum annars er fyri ein nýføddan.
Hetta sæst í myndini niðanfyri og eisini í høgru síðu í talvuni omanfyri. Her sæst, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 19,5 liviár eftir. Tað vil siga ein væntaður livialdur á 84,5 ár. Tað eru gott 3 ár longri enn væntaði livialdurin fyri ein nýføddan drong, ið sum nevnt er roknaður til 81,4 ár.
Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava ein eftirverandi livialdur á 22,0 ár. Tað vil siga ein væntaðan livialdur á 87,0 ár. Tað eru 1,3 ár longri enn hjá einari nýføddari gentu, har livialdurin er roknaður til 85,7 ár.
Stórur munur í livialdri millum heimsins lond
Um vit samanbera livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum av heimsins londum, liggja Føroyar í ovasta endanum.
Í talvuni niðanfyri sæst miðal livialdurin, roknaður fyri bæði kyn, í 190 av heimsins londum, sambært UN Population Division. World Population Prospects: 2019 Revision, dagført 15.02.2022
Talvan vísir livialdurin í 1990 og umleið 30 ár seinni (2019-21). Londini sett upp í raðfylgju frá stytsta til longsta livialdur í 2019-21.
Longsti livialdurin er í Hong Kong, Macao, Føroyum, Japan og Sveits við 84-85 árum. Síðani koma 32 lond við livialdri 80-83 ár. Her eru øll Norðurlondini, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Australia, Ísrael og flestu ES-londini.
Eitt vet aftari liggja til dømis USA og Kina við ávikavist 79 og 77 árum. Í niðaru helvt eru Russland og Ukraina við ávikavist 73 og 72 árum.
Grønland liggur niðarliga á listanum sum nummar 125 við 71 árum í miðal livialdri.
Stytsti livialdurin er í nøkrum afrikanskum londum sum Mali, Suður Sudan, Somalia, Nigeria og Sierra Leone, har livialdurin er niðan fyri 60 ár. Livialdurin er lægstur í Sentral Afrikanska lýðveldinum við 53 árum. Stórir munur eru tó eisini millum lond í Afrika, har Algeria og Tunisa hava sama livialdur sum til dømis Kina við 77 árum. Stórir munir eru eisini í Evropa, til dømis 84 ár í Føroyum, 72 ár í Ukraina og 71 ár í Grønlandi.
Av tí at tað kunnu vera stórir munir millum londini í einstøkum heimspørtum, kann tað vera misvísandi at vísa til nakað miðaltal fyri heilar heimspartar. Í Ásia er livialdurin til dømis 84 ár í Japan og 65 ár í Afganistan . Í Suður- og Miðamerika er til dømis Kili, har livialdurin er 80 ár og í Haiti 64 ár. Í Afrika er 77 ár í Algeria og 55 ár í Nigeria. Í Kyrrahavinum er hann 83 ár í Avstralia og 63 ár í Papua Nýguinea. At rokna eitt miðaltal fyri livialdur í heimspørtunum kann tí vera misvísandi.
Sambært ST og Heimsbankanum er størri samanhangur millum livikor og inntøkugrundarlag og livialdur. ST og Heimsbankin hevur flokkað heimsins lond í 4 nøkulunda javnstórar inntøkubólkar:
- tey við háinntøkum
- tey við ovaru miðalinntøkum
- tey við niðaru miðalinntøkum
- tey við láginntøkum
Hagtølini vísa, at jú betri inntøkugrundarlag, tess hægri miðal livialdur. Betri inntøkugrundarlag merkir betri livikor og betri heilsuviðurviðurskifti, og harvið ein hægri livialdur. Tó at munurin enn er stórur – frá 64 árum í láginntøkulandabólkinum til 81 í háinntøkulandabólkinum – er tað sjónligt, at størsta økingin í livialdri síðstu tríati árini er hjá teimum londum, har livialdurin frammanundan var lægstur. Livialdurin er i láginntøkubólkinum øktur 13 ár, meðan økingin í háinntøkulondunum er 6 ár.
Síðstu tríati árini hevur broytingin verið stór í livialdri í øllum heimsins londum. Um hesi 190 londini verða flokkaði eftir livialdri, sæst at í 1990 høvdu 52 av teimum ein livialdur, sum var styttri enn 60 ár. Nú tríati ár seinni eru bert 12 lond í hesum bólki. Nú er sama tal av londum, 52 í tali, í bólkinum, har livialdurin er 75-79 ár. Tað vil siga ein livialdur, ið er meir enn 15-20 ár longri.