Fólkatal
10. jul 2024
Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. juni — vøksturin er 0,6%

Fólkatalið vaks við 323 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men vøksturin gerst minni og minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga. Frá juni í fjør til juni í ár vaks fólkatalið við 0,6 prosentum, og tað er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá tað vaks við 0,9 prosentum. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði nógv, serliga millum teirra uttan bústaðartilknýti. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 140 og eini nettoflyting á 183 fólk. Samanlagt eru tað 177 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði. Serliga nettoflytingin minkaði nógv, fyrst og fremst tí færri fluttu til Føroya. 

juni

Flytingar og bústaðartilknýti

Tá flytingarnar verða skiftar á bústaðartilknýti sæst, at minkingin í nettoflytingini seinastu 12 mánaðarnar var millum teirra, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroya. Nettoflytingin minkaði fyrst og fremst tí færri uttan bústaðartilknýti fluttu til Føroya enn frammanundan. Síðani vóru tað eisini fleiri uttan bústaðartilknýti, sum fluttu úr Føroyum. 

Øðrvísi var millum teirra, sum hava bústaðartilknýti til Føroya. Har vaks nettoflytingin eitt sindur samanborið við undanfarna tíðarskeið, bæði tí fleiri við bústaðartilknýti fluttu til Føroya, og tí færri við bústaðartilknýti fluttu úr Føroyum.

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu 12-mánaðarskeiðunum. Hesi fimm tíðarskeiðini er samlaða nettoflytingin spakuliga minkað. Sum áður nevnt, var tað nettoflytingin millum teirra uttan bústaðartilknýti, sum minkaði um samlaðu nettoflytingina seinastu 12 mánaðarnar. Í fýra teimum undanfarnu tíðarskeiðunum var tað harafturímóti nettoflytingin millum teirra við bústaðartilknýti, sum minkaði um samlaðu nettoflytingina.

fl

Færri flyta til

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Meðan gongdin í fráflytingini hevur funnið eina meiri fasta legu seinastu mánaðarnar, er gongdin í tilflytingini framvegis minkandi. 

[px-graph-3]

Færri verða fødd 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. 

[px-graph-2]

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes, Runavíkar og Eysturkommunu. Sum nakað nýtt er Skopunar kommuna á sætta plássi. Har vaks fólkatalið við 22 persónum ella 4,7 prosentum. Fólkatalið minkaði mest í Eiðis, Vágs og Vestmanna kommunu. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2023 og 2024. Eisini ber til at síggja gongdina í fólkatalinum í einstøku bygdunum her.

[px-graph-6]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum