Bøkur og tíðindabløð
24. Mai 2022
Upplagið av tíðindabløðum minkað úr 46.650 niður í 11.500 eintøk seinastu 20 árini

Í fjør komu fýra bløð út um vikuna í tilsamans 11.500 eintøkum.

Í 2001 vóru 16 blaðútgávur um vikuna. Tað árið var upplagið tilsamans 46.450 eintøk. Í 2006 var upplagið tað størsta nakrantíð upp á 50.700. Í 2008 fóru blaðútgávurnar og uppløgini at minka ógvisliga. Blaðútgávurnar minkaðu niður í fimm. Í 2015 var upplagið komið niður á 12.000 eintøk. Í 2021 vóru blaðútgávurnar bara fýra í tali og upplagið 11.500 eintøk.

[px-graph-1]

Í 2001 hevði VikuBlaðið størsta upplagið av teimum átta bløðunum við 16.000 eintøkum. Síðani Dimmalætting við 10.000 og Sosialurin við 7.300. Av teimum trimum bløðunum, sum komu út í 2021, hevði Sosialurin størsta upplagið á 5.500 eintøk við tveimum útgávum um vikuna. Dimmalætting og Norðlýsið høvdu eina útgávu hvør um vikuna og eitt upplag á 3.000 eintøk hvør.

"

Viðmerkingar

Ymisk ár verða nakrar útgávur hjá bløðunum borin ókeypis í hvørt hús í ávísum økjum ella í øllum landinum. Hetta er viðmerkt fyri hvørt blað sær sum viðmerking til talvuna í hagtalsgrunninum.

Viðmerkingar til einstøku bløðini:

Dimmalætting, Sosialurin og Norðlýsi koma út bæði sum prentaði bløð og sum netborin bløð.
Dagblaðið: Útgávan steðgaði í 2003.
Oyggjatíðindi: Prentaða útgávan steðgaði í 2011 og hevur síðani verið netborið blað.
FF/FA-blaðið: Útgávan steðgaði í 2006.
Fregnir: Blaðið kom út árini 2001-2003.
VikuBlaðið: Kom út árini 2001-2008.
Vinnuvitan: Kom út árini 2005-2008.

PX Web Graph News