Innflutningur av vørum
16. nov 2021
Innflutningurin sett met annan mánaðin á rað

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,5 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.

Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 35% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38%.

[px-graph-1]

PX Web Graph News