Gistingar
06. jan 2022
Gistingarnar í november settu met

Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019.

Í november í 2021 vóru 10.352 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 1.900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2020. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november - um 4.000 gistinætur. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av gistnáttum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019. 

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru slakar 4.500 í tali í november 2021, hetta er eitt vet minni enn í 2020. 

Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur, og tað er meira enn trífaldað síðan november í 2020, hóast tað enn manglar eitt vet at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av føroyingum, ið gista á gistinarhusum, er fallið ein góðan fjórðing í mun til november í 2020, men tað er enn nakað hægri enn í 2019. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 35% av kømrunum vórðu brúkt í november, samanborið við 26% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 46%. 

Í 2020 vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp og onnur útbygd, og tí var rúm fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

[px-graph-5]

Gistingar og innskrivingar higartil fyri 2021

Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í november í 2020.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News