Arbeiðsmegi, kanning
22. nov 2021
Kanning: Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa?
Í 2020 vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2020 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri.
Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.
Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya.
Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.
Tú kanst lesa meira um kanningina her.