Arbeiðsfjøldarkanning

Endamál

Endamálið er at gera upp arbeiðsfjøldina í Føroyum eitt einstakt ár. Árliga arbeiðsfjøldarkanningin verður gjørd sambært vegleiðing hjá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST, ið m.a. ásetir, at kanningin skal fevna um øll fastbúgvandi í landinum millum 15 og 74 ár.

Tíðarskeið

Kanningin fer fram í november hvørt ár.

Umsitingarligar keldur
Til kanningina er møguligt at finna umleið 75% av arbeiðsfjøldini úr umsitingarligum skráum eftir hesum leisti:

  1. Í løntakaraskrá hjá Hagstovuni verða arbeiðsvirknir persónar eyðmerktir.
  2. Í skráum hjá arbeiðsloysisskipanini og almannaverkinum verða persónar eyðmerktir, ið eru raktir av arbeiðsloysi og tøkir á arbeiðsmarknaðinum.
  3. Í mvg-skrá hjá Taks verða øll sjálvstøðug vinnurekandi eyðmerkt.

Viðtalskanning

Eftir eyðmerking av persónum úr umsitingarligum skráum er ein restbólkur á umleið 8.000 persónar millum øll í aldursbólkinum 15-74 ár, ið eingir upplýsingar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarstøðu eru um. Burtur úr hesum restbólki verður stakroynd á umleið 1.200 persónar gjørd til viðtalskanning. 

Persónsupplýsingar til viðgerðar

Neyðugir upplýsingar ið verða brúktar eru:
•    Navn
•    Kyn
•    Aldur
•    Bústaður
•    Telefonnummar
•    Um einki egið telefonnummar er tøkt, so telefonnummar hjá avvarandi og/ella eftir bústaði

Rættarligt grundarlag undir viðgerðini

Lógargrundarlagið undir Hagstovu Føroya er “Løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya”, sum ásetur, at Hagstova Føroya er høvuðsmyndugleiki fyri hagfrøðiligum virksemi í Føroyum. 

Høvuðsuppgávurnar hjá Hagstovu Føroya eru lýstar í § 1, stk. 2, í lógini, sum sigur, at Hagstova Føroya:

  1. savnar, viðger og almannakunnger hagtøl um samfelagsviðurskifti,
  2. kann átaka sær at savna, viðgera og almannakunngera hagtøl fyri kommunur, feløg, fyritøkur o.o.,
  3. stendur fyri ella er við til at skipa og gagnnýta hagskráir hjá almennum myndugleikum, ið verða nýttar í almennu fyrisitingini og í vinnuni, og sum kunnu nýtast til hagfrøðilig endamál,
  4. kann veita stuðul viðvíkjandi hagtølum til nevndararbeiði o.t.,
  5. kann gera hagfrøðiligar greiningar og forsagnir og
  6. hevur altjóða hagtalssamstarv undir hond.

Sambært § 4, stk. 1, í lógini hevur Hagstova Føroya “heimild til at krevja sær allar neyðugar upplýsingar frá einstaklingum, fyritøkum, feløgum og stovnum við heimstaði ella virksemi í Føroyum um tey samfelagsviðurskifti, sum hon skal lýsa smb. § 1, stk. 2”. Víðari stendur í § 5, stk. 1, at “tann, sum ikki rættstundis veitir tær upplýsingar, ið verða kravdar av honum eftir §§ 3 og 4 ella við vilja ella við grovum ósketni veitir rangar upplýsingar, verður sektaður”.

Lóglig viðgerð av persónsupplýsingum krevur rættarligt grundarlag. Rættarliga grundarlagið undir viðgerðini av persónsupplýsingum á Hagstovu Føroya er í høvuðsheitum § 8, stk. 1, nr. 5, í dátuverndarlógini (almenn myndugleikaútinnan).

Rættindi hjá skrásetta

Tey úttiknu til arbeiðsfjøldarkanningina verða skrásett og hava tí sambært dátuverndarlógini kap. 4 ávís rættindi í samband við viðgerð av persónsupplýsingum. Tá upplýsingarnar einans verða viðgjørdar til søgulig, hagfrøðilig ella vísindalig endamál, so eru ávísar avmarkingar gjørdar í rættindunum. Rætturin til innlit, rætting, viðgerðaravmarking og mótmæli er ikki galdandi.

Ábyrgd og samskifti

Hagstova Føroya er dátuábyrgdari í mun til upplýsingar viðgjørdar í Arbeiðsfjøldarkanning. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til Hagstovu Føroya.

Hagstova Føroya
Kvíggjartún 1
Postsboks 2068
110 Tórshavn
Teldupostur: hagstova@hagstova.fo 

Fá meiri at vita

Spurningar verða at seta Kára Holm Johannesen, deildarleiðari, telefon 352809 og teldupostur khj@hagstova.fo

Klagumøguleiki

Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð, sum viðvíkur skrásetta.

Metir tú, at Hagstova Føroya ikki viðgerð tínar persónsupplýsingar ísamsvari við reglurnar í persónsupplýsingalógini, herundir meginreglurnar fyri viðgerð av persónsupplýsingum og trygdarkunngerðini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á tel. nr. (+298) 31 91 00.