Arbeiðsloysi
25. feb 2025
Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar

Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Hjá monnum er arbeiðsloysið óbroytt, og hjá kvinnum er tað minkað 0,2 prosentstig.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í januar var arbeiðsloysið eitt prosent, sum er 0,1 minni samanborið við sama mánað í fjør.

[px-graph-1]

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin.

Í januar vóru 318 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 20 færri enn árið fyri. 374 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri enn í januar árið fyri. 

[px-graph-2]

Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum 

Í januar vóru 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. Hjá monnum var arbeiðsloysið 1,2 prosent við 200 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er á sama støði sum í januar í fjør.

[px-graph-3]

Sandoyar øki minst arbeiðsloysi

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í januar var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Tað er 0,9 prosentstig lægri enn januar í fjør. Størsta arbeiðsloysið i januar var í Norðstreymoyar øki við 1,3 prosentum.

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki

[px-graph-4]

Arbeiðsloysið størst í aldursbólkinum 25-34 ár

Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,6 prosentum. Hetta er tað sama sum árið fyri. Minsta arbeiðsloysið, sum var 0,8 prosent, var hjá teimum 16 til 24 gomlu og hjá teimum 45 til 54 ára gomlu.  Størsta broytingin er hjá teimum ungu í aldrinum 16 til 24 ár, har tað var 0,4 prosentstig lægri í januar ár samanborið við í fjør. 

[px-graph-5]

11,5 prosent eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, næstan 30 prosent ella 111 persónar, av teimum arbeiðsleysu í januar høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. 

Í januar vóru 43 persónar ella 11,5 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Tólv persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í januar samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu minni enn átta prosent. 

[px-graph-6]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. 

Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

 

PX Web Graph News