Útflutningur av vørum
18. des 2024
Fiskavøruútflutningurin minkaður 367 milliónir krónur

Samlað var útflutt fyri 12,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá november 2023 til oktober 2024. Tað er 370 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

Útflutningurin fyri september er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið november í 2023 til oktober í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 367 milliónir krónur, ella góð 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og sild, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Útflutningurin av øðrum enn fiski stendur so at siga í stað. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 618 milliónir krónur seinasta árið. Laksaútflutningurin hevur verið størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum november 2023 til oktober 2024.  Virðið er vaksið 11,4 prosent, og nøgdin er vaksin 21,7 prosent.

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsta minking er í útflutningi til Evropa uttanfyri ES. Útflutningurin til ES liggur nærum óbroyttur á 5,6 milliardum krónum. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 123 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Asia er vaksin við 103 milliónum krónum, ella 14,2 prosentum.

[px-graph-4]

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. Í dag er útflutningurin til ES umleið tvífalt so stórur sum áðrenn 2021. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.

[px-graph-4]

PX Web Graph News