Fólkatal
10. mar 2025
Góð 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,6%

1. februar búðu 54.741 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 327 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara til 0,6 prosent.

[px-graph-1]

Burðaravlopið og nettoflytingin minka

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. februar 2023 til 1. februar 2024. Tá var burðaravlopið á 2,9 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

feb

Færri flytingar

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Myndin vísir, at gongdin í bæði til- og fráflytingini hevur verið minkandi fyri hvønn mánað, og gevur ábendingar um, at minkingin heldur fram. 

[px-graph-3]

Fleiri fødd og deyð

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri føðitalið gevur ábending um, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum er í ferð við at venda til ein vøkstur. Somuleiðis eru ábendingar um, at gongdin í deyðatalinum er vend.  

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2024 og 2025.

Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Vágs og Sunda kommunu. 

Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu.

Í kommununum við færri enn 500 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Skálavíkar og Fugloyar kommunu, har lutfalsligi vøksturin var millum 16 og 19 prosent. 

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum