Innflutningur av vørum
19. aug 2022
Innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár

Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 5,8 milliardir krónur, sum eru 1,5 milliardir meira enn fyrra hálvár í fjør.

Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,8 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 35,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 24,2%.

Um vit ikki rokna skip og flogfør við, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt er fyri 500 milliónir krónur meira. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni nærum tvífaldað.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 42,6%.

Vinnan hevur eisini innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 30,5% og 29,8%.

[px-graph-1]

PX Web Graph News