Gistingar
26. jan 2023
2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019.

Hóast lakari heyst og vetur enn í 2019, settu gistingarnar met í 2022. Mánaðirnir frá januar til august settu allir met.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

[px-graph-1]

[px-graph-6]

Vøksturin er í Tórshavnarøkinum

Slakar 204.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2022. Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2019, ið var besta árið. Sama bjarta gongd sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið, har gistinæturnar vóru góðar 25.000. Tað er væl hægri enn í 2020, men framvegis undir stignum undan koronufarsóttini.

[px-graph-2]

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru lutfalsliga nógv fleiri

Talið av gistináttum hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hevur eisini sett met. Gistinæturnar hjá teimum eru nærum tvífalt so nógvar í fjør sum í 2021. Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru nú nærum 90.000, sum er 5% fleiri enn í 2019. Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í 2021 góðar 46.500 í tali. Í 2019 vóru næturnar slakar 85.500.

Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 89.000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á 28% í mun til árið fyri. Í 2019 vóru tær 50.000 í tali.

Føroyingar vitjaðu ikki gistingarhúsini eins nógv í 2022 sum árið fyri. Næturnar vóru góðar 49.000 í tali. Tað svarar til eina minking á 14% samanborið við 2021.

[px-graph-3]

Lægri nýtslustig enn í 2019

Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er eitt lægri nýtslustig enn í 2019, tá tað var hægst. Tá vóru knøpp 60% av kømrunum brúkt.

Síðani 2019 eru tvey størri gistingarhús latin upp og onnur eru útbygd.

[px-graph-6]

Gista serliga í samband við frítíðarferðir 

Tað eru serliga fólk, ið eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru tað 70% av innskrivaðu fólkunum, sum vóru á frítíðarferð, meðan 30% vóru á starvsferð. Í 2019 og 2020 var býtið ávíkavist góð 60% frítíðarferð og 40% starvsferð.

Í fjør vóru innskrivingarnar í samband við frítíðarferðir góðar 66.000 í tali. Hetta er met.

Talið av starvsferðum vaks eisini í 2022 í mun til árið fyri. Tó resta knapt 1.500 innskrivingar fyri at røkka upp á stigið, sum tað var í 2019, tá tað var hægst við gott 30.100.

[px-graph-4]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News