Smásøluvísitøl
26. sep 2022
Prísvøkstur hevur ikki broytt gongdina í sølu av mati og húsbúnaði

Sølan av klæðum og fótbúnaði hevur verið væl lægri enn miðal undanfarin ár, men vaksandi prísirnir hava ikki broytt gongdina í sølu av mati og húsbúnaði.

Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 2. ársfjórðing í 2022. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Tað, ið vanliga eyðmerkir 2. ársfjórðing, er, at meðan sølan fellur frá 4. ársfjórðingi árið fyri til 1. ársfjórðing, so hækkar hon aftur við 2. ársfjórðingi. 2. ársfjórðingur 2022 var onki undantak, hóast sølan av klæðum og fótbúnaði hevur verið væl lægri enn miðal undanfarin ár.

Prísurin á mati og drykkjuvørum hækkaður við 6%

Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 11% hægri frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing í ár. Hetta er eitt vet hægri enn undanfarin ár frá 2017-2021, tá miðal hækkingin frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing árið eftir hevur verið 8%.

Frá 2. ársfjórðingi 2021 til 2. ársfjórðing 2022 er sølan lækkað 1%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin á mati og alkoholfríum drykkjuvørum við 6%.

[px-graph-1]

Sølan av klæðum og fótbúnaði lækkað í mun til miðal undafarin ár

Hóast sølan av klæðum og fótbúnaði var 18% hægri frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing, so er hetta væl lægri enn undanfarin ár frá 2017-2021, tá miðal hækkingin frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing árið hevur verið 27%.

Frá 2. ársfjórðingi 2021 til 2. ársfjórðing 2022 er sølan lækkað 6%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 7%.

[px-graph-2]

Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hækkaði 29%

Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð var sølan 29% hægri frá 1. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing. Hetta er nakað hægri enn undanfarin ár frá 2017-2021, tá miðal hækkingin frá 2. ársfjórðingi til 2. ársfjórðing árið eftir hevur verið 25%.

Frá 1. ársfjórðingi 2021 til 1. ársfjórðing 2022 er sølan hækkað 10%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 5%.

[px-graph-3]

PX Web Graph News