Fólkatal
10. jan 2022
816 fólk løgdust afturat síðsta árið

Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 53.686. Tað er vaksið við 816 fólkum ella 1,5% í mun til 1. desember árið fyri.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú.

[px-graph-3]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

[px-graph-3]

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

[px-graph-4]

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. desember 2020 og 2021.

Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum. Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8%. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu.

Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum. 

[px-graph-4]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum