Gistingar
13. jan 2021
30% færri gistingar í november í mun til árið fyri

Í november gistu ferðafólkini 6.600 nætur á gistingarhúsunum.

Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Tað vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum í november í 2020 samanborið við sama mánað árið fyri.

[px-graph-1]

Sum tað sæst á myndini niðanfyri, er tað uttan fyri Tórshavnarøkið, at talið av gistináttum er minkað lutfalsliga.

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum eru minkaðar 33%. Hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar tríggjar fjórðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin vaksnar ein fjórðing.

[px-graph-3]

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista.

Tó at donsku ferðafólkini eru færri í tali (-40%), gistu tey í miðal longri á gistingarhúsunum. Í november í 2019 vóru danir 2,7 dagar í miðal á gistingarhúsunum, meðan í november í 2020 vóru teir í miðal 3 dagar.

Hóast talið av ferðafólki úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er minkað nógv (-89%), so gista tey meira enn tvífalt so leingi. Í november í 2019 gistu tey 2,6 dagar í miðal, meðan í 2020 vóru tey 5,6 dagar.

[px-graph-4]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News