Gjaldsjavni
05. okt 2023
Avlopið á gjaldsjavnanum er 137 milliónir krónur lægri enn í 2021

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2022 vísir eina lítla minking í rakstraravlopinum í mun til 2021

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

[px-graph-1]

Rakstraravlopið fyri 2022 liggur á sama høga støði sum árini 2013 og fram. Á tænastujavnanum hava vit tó 817 milliónir krónur í halli, tí vit innflyta fleiri tænastur enn vit útflyta, men allir aðrir postar á gjaldsjavnanum geva avlop. Stórur partur av avlopinum stavar frá avlopi á vøruhandilsjavnanum. Vøruhandilsjavnin minkaði úr 968 milliónum krónum í 2021 til 788 milliónir krónur í 2022. 

Vøksturin í innflutninginum av tænastum hevur verið minni enn vøksturin í útflutninginum. Hetta hevur havt við sær, at tænastujavnin er vaksin 42 milliónir krónur frá 2021 til 2022. Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá størri inntøkum frá flutningsvinnuni.

[px-graph-2]

 

Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara. Hetta er eitt nú flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.

Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin.

PX Web Graph News