Avreiðingar
28. jan 2020
Væl minni av toski varð avreiddur í 2020

Í fjør varð væl minni avreitt av toski fiskaður í føroyskum øki í mun til 2019. Nøgdin fall úr góðum 20 túsund tonsum í 2019 niður í góð 9 túsund tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking – 53,5%.

Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjóðring, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør ímun til 2019.

Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21% og 36% meira enn í 2019

Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði 228 milliónir svarandi til ein fjóðring. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum varð omanfyri 200 milliónir kr. og fyri hýsu ein lítlan fjórðing ímun til í 2019.  

t1

Nøgdin og virðið á uppsjóvarfiskinum áleið tann sama, sum í 2019

Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í 2019. Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama.

Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11%. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9%.

t2