Starvsfólk
13. des 2023
Løntakaraskarin vaksin 0,8 prosent seinasta árið
Í november vóru 28.200 løntøkarar. Tað eru stívliga 200 fleiri enn sama mánað í fjør, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent. Løntakaratalið er vaksið støðugt síðani 2021, men gongdin kann benda á, at stígur er um at koma í vøksturin.
[px-graph-1]
Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá ið landið fór niður í ferð.
Lutfalsliga fleiri kvinnur lagstar aftrat løntakaraskaranum
Tað løgdust bæði fleiri menn og kvinnur aftrat løntakaraskaranum seinasta árið. Í november vóru um 14.500 menn og 13.800 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávikavist 0,7 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til árið fyri.
[px-graph-2]
Størsti vøkstur er í byggivinnuni
Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinabólkunum.
Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Tá vóru um 8.500 løntakarar, og teir eru nú 10.550 í tali. Seinasta árið er løntakaratalið vaksið við 44 persónum, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,4 prosent.
[px-graph-3]
Seinastu tvey árini hevur løntakaratalið í privatum tænastuvinnum staðið meira ella minni í stað. Í mun til sama mánað í fjør, er løntakaratalið tó vaksið við 81 fólkum ella 0,9 prosent .
[px-graph-4]
Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' steðgaði vøksturin upp í 2020, og løntakaratalið minkaði nakað. Nú sæst aftur ein vøkstur í hesum vinnugreinabólkinum og løntakaratalið setti met ár. Borið saman við november í fjør eru 152 fleiri løntakarar, sum er ein vøkstur upp á 3,5 prosent.
[px-graph-5]
Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Seinastu árini hevur løntakaratalið ligið millum 4.100 og 4.200.
[px-graph-6]
Fimm prosent færri løntakarar innan ali- og kryvjivirki og fiskavøruídnað
Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í november í 2023 borið saman við november í 2022.
Lutfalsliga størsta afturgongd er innan ali- og kryvjivirki og innan fiskavøruídnað, tá ið hugt verður at stóru vinnugreinunum. Løntakarar í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' eru 4,1 prosent færri í tali.
Innan 'heilsu- og almannaverk' minkaði løntakaraskarin 1,5 prosent, sum varð ávirkað av verkfallinum í november í ár.
[px-graph-7]
Útlendskir ríkisborgarar áttu meginpartin av vøkstrinum í november
Løntakarskarin er vaksin við góðum 200 persónum í november í ár samanborið við sama mánað í fjør. Meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar. Teir eiga 86 prosent av vøkstrinum.
Í november vóru 7,7 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar. Um sama mundið í fjør vóru teir 7,1 prosent.
Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.
[px-graph-8]
Seinastu árini eru tað serliga løntakarar aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum eru vorðnir fleiri. Teir eru nú 4,2 prosent av løntakaraskaranum. Fyri einum ári síðani vóru teir 3,6 prosent.
[px-graph-9]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.