Útflutningur av vørum
17. jan 2023
Útflutt fiskavørur fyri 10,4 milliardir krónur

Tíðarskeiðið januar til november 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 10,4 milliardir krónur.

Ellivu teir fyrstu mánaðirnar av 2022 varð útflutt fyri 11,4 milliardir krónur, harav 10,4 milliardir krónur er fiskavørur. Somu mánaðir í 2021 var útflutningurin 8,9 milliardir krónur. Hetta svarar til 27% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri, tí útflutta nøgdin minkaði við 4%.

Laksaútflutningurin er vaksin úr 4 milliardum krónum upp í 5 milliardir krónur ella 27%. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 9%. 

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 439 milliónir krónur ella 37%. Nøgdin er vaksin 6%. 

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands var 73 milliónir krónur í november 2022. 48 milliónir krónur av hesum er sild og 20 milliónur krónur er brenniolja og aðrar vørur til russisk skip.

[px-graph-3]

PX Web Graph News