Innflutningur av vørum
17. nov 2023
Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 240 milliónum krónum

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,7 milliardir krónur.

Innflutningurin fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,7 milliardir krónur. Hetta er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.

[px-graph-1]

 

 

PX Web Graph News