Deyðaorsakir
02. jun 2023
Hjá mannfólki og konufólki er deyðatíttleikin av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum javnt stórur

Síðani aldarskiftið eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum. Men við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini, er títtleikin lítið og onki broyttur — øktur eitt vet hjá mannfólki og óbroyttur hjá konufólki. Títtleikin er deyðatalið í mun til fólkatalið.
  • Hjarta-og æðrasjúkur vóru 42% av deyðaorsøkunum við aldarskiftið nú eru tær 25%
  • Krabbamein var 24% av deyðaorsøkunum við aldarskiftið nú er tað óbroytt 24%
  • Allar aðrar deyðaorsakir tá vóru 35% nú eru tær 51%

Nýggjastu tølini um deyðaorsakir (frá 2021) vísa, at áður stóri munurin millum kynini er minkaður nógv. Í tali doyggja nakað fleiri mannfólk enn konufólk bæði av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum men roknað í mun til fólkatalið er lítil og ongin munur millum kynini, sum tað sæst í myndini um deyðatíttleikan seinni í greinini. 

[px-graph-1]

Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í ár 2000 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 77,4 ár - nú er hann 81,3 ár, ið er næstan 4 ár longri. Hjá gentubarni var væntaði livialdurin 83,6 ár í ár 2000 og nú er hann 85,4 ár, ið er næstan 2 ár longri. Munurin í væntaðum livialdri hjá dreingjabarni og gentubarni er sostatt styttur nógv hetta tíðarskeiðið. Øktur livialdur merkir m.a., at talið av eldri og gomlum fólki framhaldandi kemur at vaksa og harvið eisini deyðatíttleikin.

Broytingar eru eisini hendar í teimum orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, sum var mest vanliga høvuðsatvoldin. Hjá mannfólki er tað nú javnt millum krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur, sum eru vanligastu deyðaorsakirnar. Orsøkin er, at talið av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum er minkað við einum fjórðingi, meðan deyðatalið av krabbameini er vaksið nakað, bæði hjá mannfólki og konufólki. 

[px-graph-2]

[px-graph-3]

Havast skal í huga, at hesi 20 árini er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki. Frá 2000 til 2021 eru vit blivin stívliga 8.800 fleiri fólk í Føroyum, 4.600 fleiri mannfólk og 4.200 konufólk.

Tí kann tað geva eina rættari mynd at samanbera deyðatíttleikarnar, ið eru roknaðir í mun til fólkatalið.

Í myndini niðanfyri samanbera vit deyðatíttleikan fyri krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur sum tal av deyðum pr. 1.000 íbúgvar í ár 2000 og 2021.

Her er sjónligt, at deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 pr. 1.000 mannfólk til 1,9, ið er ein lítil vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini óbroyttur 1,9 pr. 1.000 konufólk bæði í 2000 og 2021.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikan av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2021 er minkaður við einum triðingi av tí, hann var um aldarskiftið.

m4

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 2000 til 2021. Hóast sveiggini eru stór frá einum ári til annað, er trendurin kortini greiður.  

[px-graph-4]

[px-graph-5]

Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við tað at tær deyðaorsakirnar, ið eru savnaðar undir felagsheitinum “Annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsakirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðaorsakirnar undir felagsheitinum “Annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Hesar eru bara blivnar javnt fleiri og meira ymiskar, enn tær hava verið. Aftast er eitt yvirlit, ið vísir hvørjar deyðaorsakir eru flokkaðar undir heitinum “Annað”.

Annað
PX Web Graph News