Løgreglumál
20. apr 2023
Áhaldandi stórur vøkstur í uppihalds- og arbeiðsloyvum
Síðstu 10 árini hevur verið ein alstórur vøkstur í talinum av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum, og heldur enn at støðga var vøksturin í 2022 tann størsti nakrantíð.
Fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum eini 500-600 árliga. Men við tí nógv økta vinnuliga virkseminum í Føroyum fór talið at vaksa av álvara frá 2014.
Fyri 10 árum síðani var talið av arbeiðs- og uppihaldsloyvum 422 og er nú økt upp í sløk 3.300 í 2022.
[px-graph-1]
Fráboðanir av brotum á útlendingalógina vóru í miðal færri enn 25 heilt fram til 2018, men fóru eftir tað at vaksa stórliga, úr 20 í 2018 líka upp í 154 í 2022.
[px-graph-2]