Smásøluvísitøl
22. okt 2019
Umsetningurin í handilsvinnuni er vaksin mest fyri matvørur

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum. Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.

Um hugt verður at árligum broytingum, so vísa dagførdu tølini, at umsetningurin vaks mest fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Verður hædd tikin fyri prístbroytingum og umroknað verður til mongdir, so sæst, at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er vaksin mest frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019.

Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 3,5% hægri í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er sami miðal árligi vøksturin, ið hevur verið síðan byrjanina av 2013. Verður hædd tikin fyri prísbroyting fyri henda vørubólkin, so sæst, at mongdin av hesum vørum er vaksin við tveimum prosentum frá øðrum ársfjórðingi í 2018 til annan ársfjórðing 2019.

x

Fyri vørubólkin klæðir og fótbúnaður hevur umsetningurin og mongdin av seldum vørum verið nærum óbroyttur í 2 til 3 ár. Tað er sermerkt fyri vørubólkin, at miðalprísurin hevur verið sera støðugur seinastu 10 árini, og vísitølini fyri virði av umsetningi og mongd av seldum vørum fylgjast tískil at í tíðarskeiðinum.

x

Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum óbroyttur frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019. Miðalprísurin í hesum vørubólki er lækkaður umleið 4 prosent hetta tíðarskeiðið. Við umrokning av virði til mongd merkir hetta, at mongdin av seldum innbúgvi og útgerð til húsarhaldið er vaksin við 4 prosentum.

x

Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum.