Fátækaváði
18. mai 2020
10,1% í fátækraváða í 2018

Gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru undir fátækraváðamarkinum í 2018.

Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fækst nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 
Mátið er 60% undir mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. 
Gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru undir hesum marki í 2018. Hetta svarar til 10,1% av øllum. Fyrsta uppgerðarárið var í 2009 og tá vóru 8,9% undir markinum. Parturin er vaksin síðan 2010. Tó eitt lítið fall á 0,8 prosent stig frá 2014 til 2016 og nú eitt fall á 0,4 prosent stig frá 2017 til 2018.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Í aldursbólkinum 67 ár og eldri eru flest undir markinum. Her eru 27,4% í fátækraváða. 
 

[px-graph-3]

 

Í sunnara partinum av landinum er fátækraváðin størri enn í hinum økjunum.

[px-graph-4]

 

Fátækraváðagloppið

Fátækragloppið ella "Poverty gap" er eitt mát at lýsa tey sum liggja undir markinum fyri fátækraváða.
Tað er gloppið frá markinum fyri fátækraváða niður til miðinntøkuna hjá øllum teimum, sum liggja undir fátækramarkinum. Jú størri hetta gloppið er, jú fleiri liggja langt undir markinum fyri fátækraváða.
Í Føroyum var fátækragloppið 12,5% í 2018. Tað vil siga, at miðinntøkan hjá borgarum í fátækraváða lá 12,5% undir fátækraváðamarkinum.

[px-graph-5]

PX Web Graph News