Arbeiðsloysi
22. nov 2023
Arbeiðsloysið 0,7% í oktober

Arbeiðsloysið hevur verið undir eitt prosent síðani apríl í fjør.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,7% í oktober, ið svarar til 223 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var eisini 0,7% fyri ári síðani.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 256 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Arbeiðloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum

Í oktober var arbeiðsloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 122 fulltíðararbeiðsleysar menn og 101 kvinnur. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7% hjá monnum og 0,8% hjá kvinnum.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn millum menn seinastu tíggju árini. Hesin munurin er tó tódnaður, og nú er eingin munur millum kynini.

[px-graph-2]

Lægst í Vágum og Norðoyggjum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið lægst í Vágum við 0,3% og í Norðoyggjum við 0,4%. Í Suðuroynni var arbeiðsloysið 1,3%.

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,6% og hægst millum tey 25-34 ára gomlu við 1,1%. 

[px-graph-5]

12% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í oktober vóru 35 persónar ella 12,2% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 31 persónar ella 13,8% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News