Treystital
02. jul 2021
Konjunkturbarometrið hækkar enn

Tær 5 hálvárligu kanningarnar, sum hvør í sínum lagi geva ábendingar um støðu og væntanir til ymsar spurningar hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum, eru júst gjørdar. Samanumtikið geva hesar 5 kanningarnar eitt treystital, og eftir eitt lutfalsliga stórt fall í treystitalinum fyri einum ári síðan, er treystitalið hækkað hesi seinastu tvey kanningarumførini og nærkast langtíðarmiðal.

Í longri tíð og innan korunufarsóttin byrjaði, lá treystitalið í nøkulunda støðugari legu, men fall síðan lutfalsliga nógv fyri einum ári síðan, eftir at farsóttin hevði gjørt um seg í nakrar mánaðir. Í januar í fjør var treystitalið 32, lækkaði síðan til -16 fyri einum ári síðan og hækkaði til 9 í januar í ár. Til júst gjørdu kanningina er treystitalið gjørt upp til 11 og liggur tætt við langtíðarmiðal á 17.

"

Vinnubólkarnir “Tilfeingisvinnan og annar ídnaður” og “Tænastuvinnan” hava størst ávirkan á treystitalið, og tað er eisini í hesum vinnubólkum, at størstu broytingarnar í viðkomandi ávísum í tíðini við koronu síggjast.

"

Í vinnubólkinum “Tilfeingisvinnur og annar ídnaður” eru fyritøkur, ið framleiða fiskavørur til útlendskar marknaðir, væl umboðaðar. Koronutiltøk raktu útlendskar marknaðir av fiskavørum meint, sum førdi við sær lutfalsliga stóra minking í útflutningi av fiskavørum og vaksandi goymslum. Í mun til undanfarnu tvær kanningarnar metir vinnubólkurin nú m.a., at bíleggingar úr útlandinum eru fleiri, og roknað verður við størri framleiðslu næsta árið.

"

Í vinnubólkinum “Tænastuvinnur” eru m.a. matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur umboðaðar. Koronufarsóttin hevur eyðsæð rakt henda vinnubólkin meint. Í mun til undanfarnu tvær kanningarnar meta fyritøkur í hesum vinnubólki hesaferð m.a., at starvsfólkatørvurin verður størri komandi 12 mánaðirnar.

"

Í mun til tilfeingisvinnur, annan ídnað og tænastuvinnur, hevur korona neyvan havt somu neiligu ávirkan á byggigivinnuna, sum hevur havt minkandi ávísa í kanningum longu innan koronu-farsóttin gjørdi um seg. Í báðum seinastu kanningunum er ávísin tó aftur vaksandi, sum kemst av, at byggivinnan roknar við størri tørvi á starvsfólkum komandi 12 mánaðirnar í mun til undanfarnu tvær kanningarnar.

"

Ávísin fyri vinnubólkin “Handilsvinna/smásøla” er einasti av 5 ávísum sum hesaferð er minni í mun til undanfarnu tvær kanngingarnar. Hetta kemst einamest av, at størri partur av umboðum fyri henda vinnubólkin í trimum seinastu kanningunum hava mett virksemið farnu 12 mánaðirnar at hava verið verri. Til einstakar spurningar um útlitini fyri sølu og starvfólkatørvi komandi 12 mánaðirnar, so verður mett, at søla og starvsfólkatørvur verður størri.

"

Brúkarakanningin vísir, at føroyski brúkarin ikki hevur latið seg stórvegis ávirka av koronu. Ávísin úr hesi kanningini fall frá 19 til 5 í seinastu kanningini innan korona rakti, fór niður á 0 fyri einum ári síðan, men er síðan komin upp á 10 til hesa kanningina. Í høvuðsheitum meta húsarhaldini, at samlaða búskaparstøðan er betri í dag enn fyri einum ári síðan og eitt størri bjartskygni er um búskaparútlitini næstu 12 mánaðirnar í mun til tríggjar undanfarnu kanningarnar.

"