Gjaldsjavni
30. jan 2020
Nettoognin uttanlands er nógv vaksin
Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini hava økt um nettoognina við sløkum 10 mia. kr. tíðarskeiðið 2013 til 2017, meðan vinnufyritøkur hava hækkað sína nettoskuld við sløkum 4 mia. kr. Størsta broytingin sæst í ognini hjá fíggjarfyritøkunum uttanlands, ið vaks við góðum 5 mia. kr. hetta tíðarskeiðið.
Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. Lánsbrævaognin er vaksin knappar 4,4 mia. kr. síðani 2013. Eisini eru íløgurnar í útlendsk partabrøv hækkaðar 4 mia. kr. úr 2,6 mia. kr. upp í 6,6 mia. kr.
Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og er henda skuldin vaksin við góðum 5 mia. kr. frá 2013 til 2017. Lániskuldin til umheimin er lækkað við góðum 2 mia. kr. í tíðarskeiðnum. Annars kann sigast at uttanlandaskuldin fyri øll fíggjarsløg hevur ligið á nøkulunda sama støði árini 2015 til 2017.
Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Broytingar í nettoognini frá einum ári til annað samsvara við fíggjarkravið. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Uppgerðin er býtt á geirar og fíggjarslag. Geirarnir eru almenn fyrisiting og tænasta, fíggjarlig feløg, ikki-fíggjarlig feløg og húsarhald. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld eru millum annað beinleiðis íløgur, partabrøv, lánsbrøv, Innlán og útlán.