Starvsfólk
19. feb 2025
29.300 starvsfólk í januar — 1 prosent vøkstur

Í januar vóru góð trýhundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1 prosent. Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins nógv, sum undanfarin ár.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í januar vóru 29.312 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 308 starvsfólk, ella 1 prosent, fleiri enn januar í fjør. 

[px-graph-1]

Tvær ferðir so nógvir menn sum kvinnur komnir afturat

Í januar vóru knapt 14.900 menn og góðar 14.400 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir  200 fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent. Kvinnurnar vóru 100 ella 0,7 prosent fleiri.  

[px-graph-2]

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða alsamt fleiri

Í januar arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. 44 prosent arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. Av kvinnunum í starvsfólkaskaranum arbeiddu góð 60 prosent hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði í januar, meðan tríggir av fýra monnum arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði.

[px-graph-3]

Verður hugt at gongdini yvir tíð, sæst at bólkurin av kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava harafturímóti havt eina lítla negativa gongd tey seinastu tvey árini.

Hjá monnum sæst javnur vøkstur í talinum av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er meira støðugt yvir tíð.

[px-graph-3]

Flest starvsfólk leggjast afturat almennu vinnugreinunum

Samanborið við sama mánað í fjør, komu flest starvsfólk í vinnugreinarnar "Almenn umsiting og verja" og "Heilsu- og almannaverk". Tilsamans eru knapt 300 starvsfólk løgd afturat hesum báðum vinnugreinunum. Serliga sæst, at starvsfólkatalið í "Røktarvirksemi á bústovnum" undir "Heilsu- og almannaverk" er vaksið nógv. Tey eru næstan 8 prosent fleiri ella 168 persónar fleiri í januar samanborið við í fjør. 

Umvent hevði "Heil- og smásøla; umvæling av akførum" størstu minking av starvsfólkum í tali, har tey vóru knapt 90 færri enn sama mánað í fjør. Hetta er ein minking á 2,2 prosent.  

[px-graph-4]

Stígur komin í vøksturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er nú viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í januar vóru góð 70 persónar ella 4 prosent fleiri samanborið við januar í fjør. Til samanberingar var vøksturin 18,4 prosent í januar 2023 í mun til januar 2022. 

[px-graph-5]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

Broyting í hagtølunum

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.

PX Web Graph News
Viðm.: Trýst á "vís fleiri grafar" niðast fyri at síggja orðalýsingina um "geirar" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.: Trýst á "vís fleiri grafar" niðast fyri at síggja orðalýsingina um "geira" fyri lýsing av "ræði".
Viðm.: Vinnugreinarnar "B Námsvinna og grótbrot", "E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð", "T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu", "U Virksemi hjá altjóða felagskapum" og "X Virksemi ikki upplýst" eru ikki við í hesi talvuni. Tølini eru trúnaðarvard, tí undir tríggir arbeiðsgevarar eru í nevndu vinnugreinum. Starvsfólkini her telja tó við í "Tilsamans".