Brúkaraprístal
18. okt 2019
Brúkaraprísirnir eru farnir 0,9 prosent upp seinasta árið

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og er árligi vøksturin hesaferð á hædd við miðal prísvøksturin seinastu 3 árini. Annan ársfjórðing var árligi vøksturin 1,8 prosent, ið er hægsti vøkstur í brúkaraprístalinum seinastu 7 árini.

x

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir innan hotel og matveiting eru hækkaðir mest, tó hevur hesin vørubólkur lutfalsliga lítla ávirkan á samlaða brúkaraprístalið. Prísir á mati og drekka, ið fyllir lutfalsiga nógv í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir 1,7 prosent seinasta árið, harav serliga kjøt og vørur úr breyði eru hækkaði mest. Prísir á býlisútreiðslum eru í miðal hækkaðir 0,4 prosent, harav m.a. rentuútreiðslan er lækkað 6 prosent og prísir á viðlíkahald av bústaði eru hækkaðir 3 prosent. Prísurin á brenniolju, ið eisini fyllir lutfalsliga nógv í húsarhaldsnýsluni, er minkaður 3,5 prosent 3. ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør.

x

Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.