Consumer price index
18. Oct 2019
Brúkaraprísirnir eru farnir 0,9 prosent upp seinasta árið
Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir innan hotel og matveiting eru hækkaðir mest, tó hevur hesin vørubólkur lutfalsliga lítla ávirkan á samlaða brúkaraprístalið. Prísir á mati og drekka, ið fyllir lutfalsiga nógv í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir 1,7 prosent seinasta árið, harav serliga kjøt og vørur úr breyði eru hækkaði mest. Prísir á býlisútreiðslum eru í miðal hækkaðir 0,4 prosent, harav m.a. rentuútreiðslan er lækkað 6 prosent og prísir á viðlíkahald av bústaði eru hækkaðir 3 prosent. Prísurin á brenniolju, ið eisini fyllir lutfalsliga nógv í húsarhaldsnýsluni, er minkaður 3,5 prosent 3. ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør.
Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.