Kommunu- og tannlæknar
20. jun 2023
Meir enn tríggjar viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2022 var 181.348, ið var 2% færri enn árið fyri. Av hesum vóru 9.200 avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Knapt 4.600 ella 2,5% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Áðrenn Covid-19, t.e. í 2019, var talið av viðtalum umleið 166.300. So vaks tað við knapt 19.000 ella 11% í 2020 og aftur við 2.600 ella 1,4% í 2021. Nú er talið so minkað nakað aftur í 2022.

Samanumtikið eru høvuðstølini fyri 2022: 

  • Í miðal vóru 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum 
  • Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56% 
  • Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst
  • Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum
  • Fægstu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum
  • Flestu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru hjá útlendingum og í Suðurstreymoy
  • Flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðtalur, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. 

Upplýsingarnar, ið Hagstovan hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2022 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum   
Tó eru viðtalur, avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda, taldar við, 25-túsund í 2020 og stívliga 9-túsund í 2021 og 2022.

T1

Hægstur títtleiki í Sandoyar øki og lægstur í Norð- og Suðurstreymoyrar øki

Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2022 til 3,3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum, samanborið við 3,1 í 2019. Stórur munur er millum títtleikan í ymisku høvuðsøkjunum í landinum. Lægsti viðtalutíttleikin er í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og í Suðuroy við 2,9-3,0 viðtalum fyri hvønn íbúgva. Størsti viðtalutíttleikin er í Sandoyarøkinum við 4,4. Harímillum eru Eysturoy við 3,5, Vágaøkið við 3,8 og Norðoyarøkið við 4,0.

M1

Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað eru stórir munir millum bústaðarøkini í broytingini frá 2021 til 2022. Í Norðoyggjum og Eysturoy er talið av viðtalum økt nógv, meðan tær eru fækkaðar nógv í Norðstreymoyar og Suðurstreymoyarøkinum. Í Vágaøkinum og Suðuroy vóru bert smáar broytingar. Viðmerkjast skal, at tað hevur stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki, og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastur kommunulækni kemur í starv.

Býtið millum vakttíðir

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 92% fyri alt landið, fer fram í dagtíð, tað er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Restin er javnt býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og B-vakt, sum er um næturnar og í vikuskiftinum. 

[px-graph-1]

Munur er millum, hvar fólk búgva, og nær tey fara til lækna

Munur er millum økini, tá hugt verður eftir, hvussu stórur partur av viðtalunum eru í dagtíð og uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Suðuroy og Norðoyggjar seg burturúr við ávikavist 98,3% og 98,0% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við Suðurstreymoyar øki, har 88,3% vóru í dagtíð. Hjá útlendingum vóru 80% í dagtíð. 

T2

Býtið av viðtalum eftir aldri og kyni

Býtið av viðtalunum er 56% við konufólki og 44% við mannfólki. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan allan vegin er størri parturin av viðtalunum við konufólk. 

[px-graph-2]

Myndin vísir, at talið av viðtalum frá 2019 (t.e. áðrenn Covid-19) til 2020, 21 og 22. Økingin er í øllum aldursbólkum frá 15 ára aldri og uppeftir. Men so sæst eisini minkingin aftur í 2022 í øllum aldursbólkum frá 15 til 60 ár. 

Frá 10 ára aldri er munandi fleiri viðtalur hjá konufólki. Størsti munurin millum kynini er í aldurbólkunum frá 20-árunum upp móti 60-árini. Teirra millum er størsti munurin í aldrinum 20-34 ár. 

[px-graph-3]

 

Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í aldursbólkunum, sæst at fægstu viðtalurnar í 2022 eru hjá børnum í skúlaaldri 5-14 ár við umleið 1,6-1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og fer upp um 5 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. Talið av borgarum oman fyri 95 ár er lítið, og teirra títtleiki av viðtalum pr. íbúgva sveiggjar tí nógv.

T4

 

[px-graph-4]

PX Web Graph News
Viðm.: Dagtíð er mánadag-fríggjadag kl. 08-16