Fólkatal
10. Mai 2022
Fólkatalið veksur framvegis, men við lægri ferð

687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið, og seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Talvan niðan fyri vísir, at vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 167 fólk og eini nettoflyting á 520 fólk.

Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini var størri enn í árinum frammanundan. Tilflytingin er vaksin, meðan fráflytingin ikki er vaksin eins nógv.

Verri var við íkastinum frá burðaravlopinum. Í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað lægsta síðan 1985, tá vit byrjaðu at gera fólkatølini upp sambært Landsfólkayvirlitinum. Lága burðaravlopið seinasta árið kemur av, at færri børn eru fødd, samstundis sum munandi fleiri eru deyð seinastu mánaðirnar í mun til undanfarin tíðarskeið.
 

l


Trendurin í myndini niðan fyri vísir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nógv í 2020. Síðani tá er tilflytingin komin aftur á sama stig sum í 2019, so at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin aftur á sama stig sum í 2019 - gott og væl - og nú flyta gott 110 fólk av landinum í miðal mánaðarliga.

[px-graph-3]

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Eftir at føðitalið vaks í 2020, vísir trendurin, at tað er aftur á sama stigi sum frammanundan, og nú verða umleið 55 børn fødd mánaðarliga.

Talið av deyðum hevur verið hægri enn vanligt seinastu mánaðirnar, og tað sæst týðiliga aftur í trendinum. Trendurin vísir, at nærum 50 fólk eru deyð mánaðarliga seinastu fýra mánaðirnar, og tað er umleið 15 fleiri enn gongdin seinastu árini hevur verið. Burtursæð frá 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan, hevur gongdin verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin.
 

[px-graph-2]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum