Fátækaváði
07. jun 2022
Sami partur í fátækaváða

Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða á næstan sama stigi sum 2019 — 7,6%.

Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2020.

Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fækstu nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum.
 

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Sum sæst í talvuni omanfyri, so hevur  prosentpartur av teimum í fátækaváða ligið um 10% flestu árini. Tó var eitt fall frá 2018 til 2019 úr 9,9% niður í 7,7%. Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6%, sum er næstan sama stigi sum í 2019.

Atvoldin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum markið fór fyri ein part uppum markið í 2019 og heldur seg eisini omanfyri í 2020. 

Tað vóru einamest tey ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru uppum markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2020, sum hon hevur verið, har væl meira enn helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.

Talvan omanfyri vísir samlaða prosentpartin fyri alt landið undir fátækaváðamarkinum, men støðan og gongdin hjá ymsu bólkunum og økjunum er ólík. Fleiri útgreinað tøl býtt á aldur, kyn, húskisslag og økir eru at finna í hagtalsgrunninum.

Fátækaváðin í ES og Norðurlondum

Myndin niðanfyri lýsir fátækaváðan í ES og Norðurlondum. Í ES er parturin av fólki í fátækaváða 16,7%.

Av Norðurlondunum er parturin av fólki í fátækaváða størstur í Grønlandi (2018) og Svøríki (2019), har ávíkavist 16,8% og 16,1% eru í fátækaváða. Fæst eru í fátækaváða í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi eru  8,8% í fátækaváða (2018). Fleiri tøl eru at finna í Norðurlendska hagtalsgrunninum.

[px-graph-3]

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video.

PX Web Graph News