Inntøkubýti
07. jun 2022
Inntøkubýtið nakað javnari

Í 2020 var gini-talið 21,1 í mun til 22,0 árið fyri.

Fleiri mát verða brúkt lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest kendu eru gini-talið og fimtingslutfallið.

Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).

Gini-talið frá 22,0 niður í 21,1

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. Í 2020 var gini-talið 21,1 í mun til 22,0 árið fyri.
 

[px-graph-1]

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri lýsir Gini-talið í ES og Norðurlondum. Av Norðurlondunum er inntøkubýtið minst javnt í Grønlandi, har gini-talið er 34,9 (2020). Síðani koma Áland har gini-talið er 27,9 (2019), Danmark 27,3 (2020) og Svøríki 26,9 (2020). Í Íslandi og Føroyum er inntøkubýtið nakað javnari enn í hinum Norðurlondunum. Í Íslandi var gini-talið 23,2 í 2018.

Í ES var gini-talið 30,0 í 2020.

Fleiri tøl eru at finna í Norðurlendska hagtalsgrunninum.

[px-graph-5]

Ovasti fimtingurin hevur 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtingurin í inntøku

Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.

Í 2020 átti ovasti fimtiparturin 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtiparturin. Í 2019 var talið 3,0.
 

[px-graph-2]

[px-graph-4]

Talvurnar omanfyri vísa gini-talið og fimtingslutfallið fyri alt landið. Gini-talið, fimtingslutfallið og onnur javnbýtismát finnast í hagtalsgrunninum býtt á aldur, húskisslag og øki.

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video.

PX Web Graph News