Gistingar
25. feb 2021
Gistingarnar minkaðu góð 40% í 2020

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum minkaðu 70.000 ella 40% í 2020 í mun til árið fyri. Tað er lutfalsliga minni enn í Danmark og í Íslandi, har gistingarnar minkaðu ávíkavist sløk 50% og 70%.

Koronafarsóttin ávirkaði gistingarnar í fjør. Nú 2020 er farið afturum kann staðfestast, at gistingar á føroysku gistingarhúsunum minkaðu góð 40% ella við 70.000 gistináttum.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

[px-graph-1]

Síðan koronufarsóttin rakti í mars hevur talið av gistináttum verið lægri allar mánaðir, ið restaðu av árinum samanborið við árið fyri, tó uttan í desember. Størsta lutfalsliga minkingin var í apríl, tá talið av gistináttum minkaði 90%. Í desember vaks talið av gistináttum hinvegin sløk 25%.

Góðar 80.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2020. Tað er ein minking á sløk 45.000 ella 35%. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru knappliga 13.000 gistinætur, sum er ein minking á slakar 28.000 gistinætur ella um 70%.

[px-graph-2]

Talið av útlendskum ferðafólkum, sum gistu á gistingarhúsunum, minkaði 55% í fjør í mun til í 2019. Næturnar hjá teimum vóru góðar 60.000 í tali. Tað minkaði við 75.000 ella 55% samanborið við árið fyri. Til samanberingar var minkingin um 75% bæði í Danmark og Íslandi.

Føroyingar vitjaðu hinvegin gistingarhúsini meira í fjør enn árið fyri. Næturnar vóru góðar 33.000 í tali, ið svarar til ein vøkstur á knøpp 10%. Í Íslandi vitjaðu íslendingar eisini gistingarhúsini meira í fjør enn fyrraárið. Gistinæturnar hjá íslendingum vuksu góð 20%. Í Danmark gistu danir hinvegin minni. Gistinæturnar hjá dønum minkaði 30% í Danmark.

[px-graph-3]

Tú finnur tøl um gistinætur á íslendsku gistingarhúsunum her. Gistinætur á donsku gistingarhúsunum finnast her.

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News