07. mar 2024
Fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum

Í tjúgu ára aldri flyta umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum. Bara helvtin av hesum flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum.

Búfesti er eitt nýtt hugtak hjá Hagstovu Føroya, sum lýsir hvussu stórur partur av einum ættarliði framvegis býr í Føroyum. Búfestið fylgir soleiðis neyvt teimum persónunum í ættarliðnum, sum búðu í Føroyum, tá teir vóru ein ávísan aldur. 

Persónarnir í ættarliðnum verða fylgdir frá valda støðisaldrinum, til dømis 0 ár ella 18 ár. Búfestið hjá ættarliðnum er soleiðis altíð 100% fyri støðisaldurin og kann ikki fara upp um 100% fylgjandi ár. 

Í hesi grein er støðisaldurin 18 ár valdur fyri at síggja, hvussu stórur partur av ungum í einum ættarliði framvegis búgva í Føroyum, tá tey gerast eldri. Grundin til, at hugt verður at ættarliðnum frá 18 ára aldri og ikki frá føðiári, er tí at nógv leggjast aftrat árganginum barnaárini, serliga upp til skúlaaldur. 

Tað ber til at síggja, hvussu stórur partur av tínum ættarliði framvegis býr í Føroyum her.

40 prosent flyta av landinum

Búfesti hjá yngri og eldri ættarliðum er samanborin fyri at síggja, um tað er broytt millum ættarlið. 

Í grafunum niðanfyri eru ættarliðini 1970, 1975, 1980, 1985, 1990, 1995 og 2000 fylgd frá tey vóru 18 ár.  Tað merkir, at neyvt teir persónarnir frá ættarliðnum 1980, sum búðu í Føroyum í 1998, verða fylgdir frá 1998 og frameftir. Á sama hátt fyri hini ættarliðini. Elsta ættarlið verður fylgt upp til 50 ára aldur. Av tí, at tað eru lutfalsliga fá, sum doyggja í yngri árum, eru broytingarnar í búfestinum serliga grundaðar fráflyting.

M1

 

M2

 

M3

 

Hagtølini vísa, at búfestið minkar munandi í tjúgu ára aldri í øllum ættarliðunum. Í flestu ættarliðunum fer búfestið niður á umleið 60 prosent, tá búfestið er minst. Tað er væl kent, at fleiri nema sær útbúgving uttanlands í hesum aldri. 

Búfestið vendir og byrjar at vaksa aftur, tá ættarliðini nærkast 30 ára aldri. Í yngru ættarliðunum (fødd 1980 til 2000) kemur búfestið upp á umleið 80 prosent í 30 ára aldri, tá tað javnar seg. Tað merkir, at fimti hvør, sum var í ættarliðnum upprunaliga, enn er búsitandi uttanlands. Búfestið hjá ættarliðunum fødd í 1970unum var nakað minni, tá tey gjørdust eldri, millum 70 og 80 prosent. Tað skal viðmerkjast, at hesi vóru í tjúgunum, tá kreppan í Føroyum rakti.

Fleiri kvinnur enn menn flyta av landinum

Tvørtur um ættarlið sæst, at tað eru lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn, sum flyta av landinum um tjúgu ára aldur. Tá búfestið er minst, búgva 40 til 50 prosent av kvinnunum uttanlands. Hjá monnum er búfestið størri enn hjá kvinnum. Tá búfestið er minst, búgva 30 og 40 prosent av monnunum í útlondum.

Sermerkt er, at búfesti hjá kvinnum og monnum í fleiri ættarliðum kemur at liggja um sama stig, sum árini ganga. Hóast fleiri kvinnur flyta uttanlands, so venda fleiri av teimum heimaftur eftir eitt tíðarskeið í útlegd.

 

 

 

 

 

 

 

Um búfestið

Búfesti er eitt nýtt hugtak hjá Hagstovu Føroya, sum lýsir, hvussu stórur partur av einum ættarliði framvegis býr í Føroyum. Búfestið fylgir soleiðis neyvt teimum persónunum í ættarliðnum, sum búðu í Føroyum, tá teir vóru ein ávísan aldur. 

Persónarnir í ættarliðnum verða fylgdir frá einum valdum støðisaldri. Búfestið hjá ættarliðnum er soleiðis altíð 100% fyri støðisaldurin og kann ikki fara upp um 100% fylgjandi ár. Búfestið fevnir soleiðis ikki um tey, sum ikki vóru partur av ættarliðnum upprunaliga. 

Upplýsingar um bústað hjá persónum og soleiðis eisini støðisaldur eru einans tøkir frá 1985 og fram.