Arbeiðsloysi
31. aug 2021
Arbeiðsloysið 1,2% í juni

Í juni var arbeiðsloysið 1,2%, ið svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 1,2% í juni, ið svarar til knappliga 350 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,8% sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.

[px-graph-1]

Í juni var arbeiðsloysið 1,2% bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,8% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum.

[px-graph-2]

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum við 0,6% og í Eysturoy við 0,8%.

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í juni vóru 12,3% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í fjør vóru 7,3% langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, tí fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys hava einki arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16 og 66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi.

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsleys: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagarnar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News