Gistingar
06. jan 2023
Lakari heyst hjá gistingarhúsunum

Í november 2022 vóru góðar 8.000 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað er ein fjórðingur færri enn sama mánað í 2021.

Gistinæturnar vóru stívliga 2.300 færri í november 2022 samanborið við sama mánað í 2021. Færri gistu eisini í september og oktober enn somu mánaðir í 2021. Heystið hevur tí verið nakað lakari hjá gistingarhúsunum í 2022 enn í 2021.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í november vóru 93% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er sama býti, sum í november í 2021.

[px-graph-2]

Í november áttu føroyingar 44% av gistináttunum. Tað er 6 prosentstig hægri enn í november í 2021. Ferðafólk úr Danmark, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 30 og 26%.

[px-graph-3]

Færri innskrivingar

Innskrivingarnar vóru knapt 4.100 í november. Tað er 10% færri enn í november í 2021. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

[px-graph-4]

Færri kømur brúkt

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 28% av kømrunum vóru brúkt í november. Tað er væl minni enn í november í 2021. Tá vóru 35% av kømrunum brúkt.

[px-graph-5]

Góð 30% fleiri gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at samlaðu tølunum fyri januar og við november í 2022, sæst at gistingarnar og innskrivingarnar eru um góð 30% fleiri í mun til sama tíðarskeið í 2021. Hetta hóast bæði september, oktober og november hava verði lakari enn í 2021.

[px-graph-6]

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
 

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

PX Web Graph News