Húski
23. des 2021
Fleiri fólk í hvørjum húski í Føroyum enn í Danmark

Í Føroyum búgva í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski og í Danmark 2,1 fólk. Húskini í ymsu økjunum í Føroyum líkjast hinvegin rættiliga nógv, tó við onkrum undantøkum.

Samanbera vit húskini í Føroyum og Danmark, so eru í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski í Føroyum og 2,1 fólk í Danmark.

Um hugt verður at býtinum millum húskisstøddir í Føroyum og í Danmark, eru stórir munir. Húski við einum vaksnum og ongum børnum eru 25% av øllum húskjum í Føroyum, meðan í Danmark eru tey 38%. Húski við einum vaksnum við børnum telja 4% í Føroyum og 6% í Danmark.

Ein stórur munur millum londini bæði er at finna í teimum stóru húskjunum. Húski við trimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum eru 15% í Føroyum og 6% í Danmark. Eisini er stórur munur í húskjum við trimum ella fleiri vaksnum við børnum, 13% í Føroyum og einans 2% í Danmark.

"

Húskini í høvuðsøkjunum

Um hugt verður at landafrøðiliga býtinum av húskjum eftir húskisslagi í Føroyum, so líkist mynstrið rættiliga nógv í teim ymisku høvuðsøkjunum, tó við onkrum undantøkum.

Ovara helvt av talvuni niðanfyri vísir býtið av húskjum eftir húskisslagi í ymsu økjunum.

Í Eysturoy er tað serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum, ið er munandi minni enn landsmiðal. Í Suðurstreymoy eru húski við einum vaksnum við børnum størri enn í hinum økjunum - meir enn dupult so stórt sum í Eysturoy og Sandoy. Í Vága øki eru húski við tveimum vaksnum við ongum børnum nakað hægri enn landsmiðal, meðan trý vaksin við ongum børnum er nakað lægri enn landsmiðal.

Sandoyar øki víkir mest frá landsmiðal. Her eru húski við einum vaksnum við ongum børnum lutfalsliga fleiri samanborið við hini økini. Hinvegin eru húski við tveimum vaksnum við børnum nógv færri enn í hinum økjunum.

Í Suðuroy víkir mynstrið eisini nakað frá landsmiðal. Tað eru serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum og tveimum vaksnum við ongum børnum, sum eru nakað fleiri enn í hinum økjunum í landinum. Harumframt eru húski við trimum ella fleiri vaksnum við børnum nógv fæst her.

Niðara helvt av talvuni vísir býtið av fólki í teim ymisku húskjunum.

Hetta býtið er nakað tað sama sum býtið av húskjum. Eisini sæst aftur her, at serliga í Sandoyarøkinum og í Suðuroy víkir mynstrið munandi frá landsmiðalbýtinum. Millum annað eru munandi fleiri fólk í húskjum við einum ella tveimum vaksnum við ongum børnum.

"

Húski og fólkatal

Húskini eru persónar sum 31. desember í árinum hava sama skrásettan bústað (adressu) í landsfólkaskránni. Fólk á stovni ella á felagsbýli eru ikki tald við. Soleiðis er ikki talan um alt fólkatalið, men kortini eru nærum øll, t.v.s 99,2% av fólkatalinum, við í uppgerðini.

Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Hendan avmarkingin kemur av, at uppgerðin av húskjunum er ein partur av inntøkuuppgerðini hjá Hagstovuni.

2009 og 2019

Uppgerðin fevnur um árini frá 2009, tá tann fyrsta av hesum slagnum varð gjørd, og til 2019, sum er tann nýggjasta inntøkuuppgerðin. Greinin lýsir fyrsta og síðsta árið í uppgerðartíðarskeiðnum

Ein vaksin og eitt barn

Ein vaksin er her allir persónar, sum eru 18 ár og eldri. Børn eru tey sum eru yngri enn 18 ár.