Fólkatal
07. des 2022
54.150 búðu í Føroyum í november — vøksturin er 1,1%

Stívliga 54.150 fólk búðu í Føroyum 1. november. Tað eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá hann var 1,5%.

Seinasta árið er vøksturin í fólkatalinum minkaður úr 1,5% niður í 1,1%. Minkingin kemur serliga av burðaravlopinum, sum hevur verið óvanliga lítið seinasta árið. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 124 fólk og eini nettoflyting á 483 fólk. Í talvuni niðanfyri sæst millum annað, at nettoflytingin var eitt sindur minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og at burðaravlopið minkaði við meira enn helvtini.

nov

Mong flyta frá  fleiri flyta til

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og síðani fram til síðst í 2021, og hevur síðani ligið um í miðal 117 fólk mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi fram til juni mánaða í ár, og hevur síðan ligið um 160 fólk í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið.  

[px-graph-2]

Færri verða fødd  færri fella frá

Deyðatalið, sum hevur verið óvanliga høgt í nøkrum av seinastu mánaðunum, tykist nú at minka aftur. Hetta sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum. Trendurin vísir, at deyðatalið nú liggur um 35 í miðal mánaðarliga. Í uppgerðunum higartil í ár hevur tað annars ligið um 45 í miðal mánaðarliga.

[px-graph-3]

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november í ár í mun til somu tíð í fjør. 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Skálavíkar kommunu. 

Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum