Fosturtøkur
09. mar 2021
Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani

Í 2020 vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er sama lága støðið, sum hevur verið seinastu 5 árini, har miðaltalið er 24. Tá talið var størst seinnu helvt av 1980-unum, var tað um 80-85 fosturtøkur um árið og er sostatt umleið ein triðingur av tí, sum var fyri góðum tríati árum síðani.

Kunning um rætting í talvum um fosturtøku (21. september 2021)

Ein skeivleiki er staðfestur í aldursbólkabýtinum í talvunum 'HM01080' um fosturtøkur og 'HM01081' um fosturtøkurtøkutíttleika fyri 2020. Samlaða talið av fosturtøkum er tó óbroytt. Rættingarnar eru litaðar við grønum:

Fosturtøkur

Orsøkin til rættingina er, at tølini ikki vórðu sett beint inn í talvuna. Sum sæst eru tølini í teigunum flutt ein aldursbólk upp fyri yngru aldursbólkarnar.

Av tí at samlaða talið er óbroytt er ongin broyting gjørd í niðurstøðunum í hesi tíðindagrein, ið er grundað á miðaltøl fyri 5-ára skeið. Hetta er gjørt tí at tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað.

Gongdin er tó greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

  • Í seinni helvt av 1980-unum var talið av fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga.
  • Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður móti 60.
  • Seinni helvt av 90-unum niður um 50.
  • Eftir aldarskiftið í nullunum niður móti 40.
  • Í fyrru helvt av 10’unum niður móti 30.
  • Nú í seinni helvt av 10’unum niður um 30 og í miðal 24.  

Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.

"

Serlig minking í teim yngru og teim eldru aldursbólkunum

Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum – roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki – so er mynstrið broytt í mun til árini frammanundan, soleiðis at tað nú er nógv lægri í aldursbólkunum yngri enn 25 ár og eldri enn 29 ár.

"

Einans í Póllandi at fosturtøkutíttleikin er minni enn í Føroyum

Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit  samanbera fosturtøkur í Føroyum við 45 øðrum europeisk lond, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 1.000 livandi fødd. Her er lægsti títtleikin at finna í Póllandi (har fosturtøka er bannað undir øllum umstøðum) og síðani í Føroyum. Títtleikin er eini 8 ferðir hægri í hinum Norðurlondunum enn í Føroyum og um 10 ferðir hægri í Eystureuropa og Russlandi.

"