Sjúkrahús
20. jul 2023
Heilsustarvsfólkini á sjúkrahúsum 20 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Seinastu tíggju árini eru heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum farin úr góðum 15 ársverkum upp í knøpp 16 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar.

Talið av starvsfólki og ársverkum á sjúkrahúsunum er gjørt upp av nýggjum frá 2010 til 2022, og er nú gjørt eftir altjóða sambærligum leisti. Uppgerðin er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Av tí at munandi partur av viðgerðum, sum føroyskir sjúklingar fáa, er framdur uttanlands, eru hesi starvsfólk og ársverk eisini tald við í uppgerðina.  Sí meira í viðmerkingunum niðast í greinini.

Uppgerðin vísir, at í 2022 eru heilsustarvsfólkini stívliga 850 ársverk av teimum tilsamans 1.300 ársverkunum á sjúkrahúsunum og fyri viðgerð uttanlands. Seinastu tíggju árini eru ársverkini hjá heilsustarvsfólkunum vaksin sløk 20 prosent.

[px-graph-1]

Fólkatalið er í hesum sama tíðarskeiðið vaksið 12 prosent. Tað hevur sostatt verið størri lutfalsligur vøkstur í heilsustarvsfólkum enn í fólkatalinum. 

Ársverkini hjá heilsustarvsfólkum í mun til fólkatalið er hesi árini økt úr 15,0 upp í 15,9 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar.

Læknarnir helvtina fleiri

Teir fýra høvuðstarvsbólkarnir innan heilsustarvsfólk eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk. Av starvsfólkunum í teimum fýra høvuðsbólkunum innan heilsustarvsfólk er seinastu tíggju árini lutfalsliga nógv størsti vøkstur hjá læknum. Læknaársverkini eru vorðin helvtina fleiri. 

[px-graph-2]

Hinvegin eru ársverkini hjá atstøðingunum í heilsurøkt vorðin færri. Hesin bólkurin fevnir um heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar.

T1

Knøpp 70 prosent starvast á Landssjúkrahúsinum

Nógv tey flestu heilsustarvsfólkini eru á Landssjúkrahúsinum. Í 2022 vóru ársverkini hjá heilsustarvsfólkunum stívliga 850 í tali á sjúkrahúsunum og fyri viðgerð uttanlands. Av teimum vóru 69% á Landssjúkrahúsinum. Verður bara hugt at ársverkunum á teimum trimum sjúkrahúsunum, og ársverk fyri viðgerð uttanlands ikki verða íroknað, eru 78% av ársverkunum á Landssjúkrahúsunum.

At viðgerð uttanlands er ein týðandi partur av virkseminum í sjúkrahúsverkinum sæst á, at næst eftir Landssjúkrahúsið fara 113 ársverk til bólkin ‘Viðgerð uttanlands’, samanborið við 92 ársverk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 76 á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Seinastu tíggju árini eru ársverkini á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi vaksin góð 20 prosent. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er vøksturin 11 prosent.

[px-graph-3]

Sjúkrarøktarfrøðingar ein triðingur á øllum sjúkrahúsunum

Hóast sjúkrahúsini eru ymisk í stødd, ber til at samanbera býtið av starvsbólkunum. Sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður eru størsti bólkur á øllum sjúkrahúsunum. Á øllum sjúkrahúsunum er hesin starvsbólkurin á leið ein triðing av samanlagda starvsfólkahópinum. 

Lutfalsliga er parturin av læknum borið saman við onnur heilsustarvsfólk nógv størstur á Landssjúkrahúsinum í mun til hini sjúkrahúsini. 

[px-graph-4]

Fyrstu ferð fleiri kvinnuligir læknar

Av øllum, sum starvast á sjúkrahúsunum, eru 80 prosent kvinnur. Næstan øll, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, eru kvinnur.

Av heilsustarvsbólkunum er tað serliga hjá læknum, at kynsbýtið er broytt seinnu árini. Kvinnurnar eru nú fyri fyrstu ferð fleiri enn menninir í ársverkum.

[px-graph-5]

Stórur munur á tal av ársverkum og tal á persónum

Stórur munur er, tá ið starvsfólkini verða tald í persónum ella tá ið tey verða roknað í ársverkum. Eitt ársverk eru teir arbeiðstímar, ið svara til fulltíðararbeiði hjá einum fólki í eitt ár. Tá ið starvsfólk verða tald sum persónar, verða øll tald við, sum hava arbeitt ávísa árið, líka mikið hvussu stutt ella leingi tey hava arbeitt.

Ein partur av orsøkini er, at nøkur arbeiða parttíð. Ein onnur orsøk er, at fólk fara úr starvi ella koma í starv í árinum. Ein triðja orsøk er, at nøkur størv verða partvíst mannað við konsulentum í styttri tíðarbilum.

Fyri øll heilsustarvsfólk eru í 2022 1,7 fólk fyri hvørt ársverk. Hetta er eitt lítið sindur meir enn fyri tíggju árum síðani, tá talið var 1,6. 

Nógv størsta talið er hjá læknum, har tað í 2022 vóru tríggir persónar fyri hvørt ársverk, ein vøkstur frá 2012, tá ið talið var 2,7 persónar fyri hvørt ársverk.

Myndin niðanfyri vísir, at í øllum bólkum er starvsfólkatalið nógv hægri, tá ið persónar verða taldir enn tá ið roknað verður í ársverkum. Nógv størsti munurin er hjá læknum, har tað í miðal vóru tríggir persónar til hvørt ársverkið. Hjá hinum bólkunum var umleið hálvurannar persónur til hvørt ársverkið. 
 

[px-graph-6]

Stutt um uppgerðina

Starvsfólkabólkarnir eru flokkaðir sambært altjóða starvsflokkingini ISCO, International Standard Classification of Occupations, hjá ILO undir Sameindu Tjóðum.

Læknar
fevnir um ISCO-bólkin ‘221 Læknastørv’, herundir ‘2211 Læknaarbeiði’ og ‘2212 Serlæknaarbeiði’

Sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður
fevna um ISCO-bólkin ‘222 Sjúkrartøktarfrøðingar og ljósmøður’og '3222 Atstøðingar í føðingarhjálp’. Tó er eingin skrásettur undir bólkinum '3222 Atstøðingar í føðingarhjálp’ í Føroyum.

Atstøðingar í sjúkrarøkt
fevnir um ISCO-bólkin ‘3221 Atstøðingar í sjúkrarøkt’. Eingin er skrásettur undir hesum bólki í Føroyum.

Atstøðingar í heilsurøkt
fevnir um ISCO-bólkin '5321 Umsorganararbeiði á stovnum og sjúkrahúsum (øðrum enn røktarheimum)’. Í hesum bólki eru heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar á sjúkrahúsum.

Onnur heilsustarvsfólk
fevnir um ISCO-bólkar so sum: 325800 Bjargari (sjúkabilviðgeri), 2261 Tannlæknar, 325100 Tannlæknastovuatstøðingar, 263400 Sálarfrøðingar, 226910 Menningarviðgerðar (ergoterapeutar), 226410 Alisviðgerðar (fysioterapeutar), 2265 Kost og føðsluserfrøðingar, 226620 Talulærarar, 311110 Yrkiskønir hjálparar á starvsstovum, 311120 Atstøðingar á starvsstovum, 321100 Tøkningar í røntgen og øðrum viðgerðartólum, umframt 3212 Lívvirknisgreinarar (Bioanalytikarar).

Onnur starvsfólk
fevnir um øll tey størv ið ikki eru flokkað omanfyri. Hesin bólkur fevnir millum annað um leiðslu, læknaskrivarar, fíggjarfólk, samskifti, sosialráðgevar, maskinfólk, kt-fólk, kokkar og køksfólk, goymslufólk og reingerðarfólk.

Kelda

Keldan til uppgerðina er Lønarskipan landsins og Búskaparskipan landsins hjá Føroya Gjaldstovu. 

Umrokningar

Tal av starvsfólki og ársverk í bólkinum ‘Viðgerð uttanlands’ eru ikki tøk, og tí er kostnaðurin fyri viðgerð uttanlands umroknaður til starvsfólk og ársverk.

Ársverkini hjá konsulentum, sum arbeiða í Føroyum, eru ikki tøk og tí er kostnaðurin á konsulenttænastunum eisini umroknaður til ársverk. Konsulentarnir vóru 201 í tali ella knøpp 26 ársverk í 2022.

PX Web Graph News