Gransking og menning
03. jul 2025
Kanning í gongd: Hvussu nógv granska føroyskar fyritøkur og stovnar?

Gransking og menning á royndarstigi er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Um Føroyar framhaldandi skulu vera við í altjóða granskingar-, menningar- og nýskapanarverkætlanum, er krav at hava álítandi almenn hagtøl á økinum.
Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum, ið er ásettur av OECD. Hetta tryggjar altjóða sambærlig hagtøl.
Allar fyritøkur og stovnar, ið verða mett at fremja gransking og menning eru við í kanningini. Eftir løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 er tað lógarkrav at svara.
Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið.
Endamálið við kanningini
Endamálið er at kanna hvussu nógvar íløgur verða gjørdar í gransking og menning, hvaðani fíggingin stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørji vísindaøkir granska og ment verður. Í 2002 setti ES sum mál at íløgurnar í gransking og menning eru 3% av BTÚ í hvørjum limalandi.
Lægst íløgur í gransking og menning av Norðurlondum
Undanfarnu kanningarnar vístu, at samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning vóru lægst í Norðurlondum, sum partur av BTÚ. Í Føroyum varð í 2023 granskað og ment fyri 367 milliónir krónur. Tað er 1,4% av BTÚ.

Vinnufeløg eiga tveir triðingar av útreiðslunum
Frá 2022 til 2023 minkaðu útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum við -12,5%. Minkingin kemst av at útreiðslurnar hjá privatum vinnufyritøkum minkaðu við 52 milliónum krónum, ella -20,9%. Útreiðslurnar hjá almenna geiranum og hægri útbúgvingarstovnum vuksu hinvegin samanlagt við 13 prosentum.
Hóast útreiðslurnar í privata geiranum eru minkaðar, stendur privati geirin fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning. Vinnufeløg granska fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granska fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ.
[px-graph-1]